Fótbóltur

Danskur miðil: Mikkel Dahl aftur til HB

Sambært Tipsbladet verður toppskorarin frá kappingarárinum 2020/21 kunngjørdur seinni í dag.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-01-09 14:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

HB brynjar seg til komandi kappingarár við aftur at innlima toppskoraran frá undanfarna í hópin.

Talan er um danska áleyparan, Mikkel Dahl, sum skoraði 27 mál í 25 dystum fyri HB undanfarna kappingarár. Tað veit danski fótbóltsmiðilin, Tipsbladet, at siga.

Nú 29 ára gamli Mikkel Dahl kom til HB í 2020 og spældi hálvtannað ár fyri HB. Farna kappingarár hevur hann umboða íslendska felagið Leiknir í Reykjavík. Í Leiknir gekk tað ikki so gott. Mikkel Dahl skoraði fýra mál, og liðið flutti niður í næstbestu deildina.

Sambært Tipsbladet fer HB at kunngera tíðindini seinni í dag.

Er hald í hesum tíðindunum, verður Mikkel Dahl triði danski leikarin, sum kemur til felagið undan kappingarbyrjan. Hinir báðir eru Mads Borchers og Mathias Præst Nielsen, sum koma frá ávikavist 07 Vestur og AB.

HB hevur júst gjørt sáttmála við landsliðsleikaran Viljorm Davidsen, sum bert hevur spælt hendinga dyst fyri barndómsfelagið, NSÍ, í bestu deildini, men hevur alt sítt vaksnamannalív spælt í donskum fótbólti, burtursæð frá seinasta kappingarárinum, tá hann umboðaði svenska felagið Helsingborg.

[object Object]
Mikkel Dahl gjørdist toppskorari í Betrideildini 2021

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder