Síðst í september kappaðust føroysku dartlandsliðini í Gandia í Spania, har EM var á skránni. Úrstlini vóru tey bestu, ið føroysk lið og einstaklingar hava fingið til slíka kapping.
41 manslandslið vórðu umboðað, og samanlagt endaðu menninir nummar 16, og var hetta frammanfyri millum annað vertsjóðina, Italia, Týskland og Danmark.
Mest merkisvert vóru úrslitini hjá Una Árting og Jan Mcintosh úr HDF, sum í tvímansleiki millum annað vunnu á einum sterkum skotskum pari ávegis til at koma í topp-16 - tað rakk tó ikki til pláss í fjórðingsfinaluni, tí kroatar vóru sterkir - og tað at Jan Mcintosh sló slovena, kroata, týskara, kekka og onglending út á veg til fjórðingsfinaluna. Í spennandi áttandapartsfinaluni móti Scott Williams hevði Jan eitt miðaltal (eitt snitt) á 103.9, og hetta var hægsta miðaltal í allari kappingini. Í fjórðingsfinaluni gjørdist Jan Mcintosh ov stuttur móti finska Teemu Harju, ið endaði kappingina við silvurheiðursmerki, men tað at hava ein føroying í topp-átta og samanlagt at enda í topp 16 má metast at vera stórt avrik.
Uni Árting og Jan Mcintosh úr Havnar Dartfelag eftir kapping í Føroyum
Tað varð ikki so nógv væntað av kvinnulandsliðnum, men samanlagt endaði tað við einum 25. plássi útav. 34 lond vóru umboðaði á kvinnusíðuni.
Tað var Beinta Joensen úr Klaksvík, sum hevur verið einaráðandi í føroyskum kvinnudart seinastu árini, ið vann allarflestu stigini. Hon vann 4-0 á mótstøðu úr fyrst Guernsey og síðani Bulgaria, áðrenn spanska stjørnuskotið Almuden Fajardo gjørdist ein ov stórur biti. Beinta endaði tó í topp-32 í einmansleiki.
Kelda: Dartsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald