
Hann fekk sítt gjøgnumbrot í barndómsfelagnum KÍ í 2016.
Í fjør spældi hann 24 dystir fyri ÍF og skoraði fýra mál.
Seinastu árini hevur hann víst, í Betrideildini og í 1. deild, at hann kann spæla á flest øllum plássum, skjóta væl báðum beinum, spæla í verjuni og samstundis skora mal, har hann serliga er vandamikil uppá deyðbóltar. Í vetur skrivaði hann undir sáttmála við AB.
25-ára gamli Dávid Langgard er undir maskinmeistaraútbúgving og býr harvið í Havn. Tí lá betri fyri at spæla við AB, men nú er greitt, at útbúgvingin og fótbólturin ikki sampakka nógv væl
Dávid og AB vórðu í vetur samd um ein sáttmála fyri 2020 - nú er samstarvið endað ( Mynd: Argja Bóltfelag)
- Skúlin fyllir sera nógv, og fótbólturin tekur ov nógva tíð í mun til tað. Eg havi valt at taka skúlan framum nú og eri tí givin í AB
Hetta sigur Dávid í stuttari viðmerking við Portalin. Hann sigur eisini, at hann ikki hevur tikið nakra støðu til, um hann fer at spæla fótbólt á nøkrum støði í nærmastu framtíð.
Harvið náddi Dávid Langgaard ikki at spæla nakran almennan dyst fyri AB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald