
Tað bleiv bara til tann eina dystin hjá David Kunoy frá Tórshavn Boksing, tá hann um vikuskiftið luttók í altjóða boksikappingini Greiken Pokal í týska býnum Rostock.
Talan er um eina stóra kapping fyri A- og B-boksarar við yvir 500 luttakarum.
David Kunoy boksaði í gjárkvøldið og føroyingurin tók greitt yvir móti mótstøðumanninum. Í øðrum umfari var mótstøðumaðurin troyttur og tíðliga í triðja umfari valdi dómarin at steðga dystinum, og havnarmaðurin var tískil klárur til finaluna, sum skuldi vera í dag.
Men í einum samanstoyti fekk David Kunoy eina fliku beint omanfyri eygað. Til vigingina í dag metti lækni tað ikki vera ráðiligt at boksa við hesari flikuni, og valdi at taka hann úr dystinum.
- Ein avgerð, vit sjálvandi virða, hóast vit hildu, at hann kundi havt boksað. Trygdin kemur altíð fyrst, sigur Tórshavn Boksing.
Hóast David Kunoy eftir reglum skuldi fingið silvur, valdu fyrireikararnir at geva honum gullið – sum takk fyri hansara sterka avrik og langu ferð til kappingina.
Eitt sindur av einum vónbroti er at hóma, tí David vildi fegin boksa finaluna, men bæði Tórshavn Boksing og venjari Martin Meng Wojciechowski eru ómetaliga errin av David.
- Hann vísir ótrúliga góð úrslit og er eitt framúrskarandi umboð fyri føroyska boksing á altjóða pallinum, sigur Tórshavn Boksing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald