Oyggjaleikir 2019

Dávur Magnussen vónbrotin – brúkti ov nógva orku

Taktikkurin helt, men miseydnaðist tá menninir súkklaðu býarkoyring í kvøld.

Dávur Magnussen eltir

Dávur Magnussen eltir

2019-07-07 21:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Taktikkurin helt út í æsir. Tíverri megnaði Dávur ikki at fylgja við. Sera spell, tí hevði hann komið heim saman við hinum, so hevði hann vunnið – Dávur er ein sterkur sprintari.

Soleiðis segði Torkil Veyhe, Føroya einasti fulltíðarprofessionelli súkklari, eftir býarkoyringina í Gibraltar í kvøld.

Ongin ivi var um , at tað var hann, sum legði taktikkin. Og taktikkurin var at halda ferðini uppi og syrgja fyri, at Helgi Winther Olsen megnaði at fylgja við, so at teir kundu fáa eina góða tíð til liðkappingina.

Frammanundan var greitt, at teir báðir, sum høvdu kappast í triatlon í morgun, Gunnar Dahl Olsen og Jákup Petur Eliassen, neyvan fóru at gera tær stóru skreytirnar til hesa kappingina. Og tað helt.

Dávur slapp avstað
Tað eydnaðist Dáva Magnussen at sleppa avstað saman við fýra øðrum, og eitt skifti høvdu teir meira enn ein hálvan minutt niður til eltararnar, har Torkil og Helgi lógu trygt og lótu onnur trekkja fyri ikki at taka inn á Dáva aftur.

Hetta var eisini ein partur av taktikkinum hjá Torkili.

- Hvørja ferð eg royni meg, so er helvtin av feltinum eftir mær, tí teir hava allir eitt serligt eyga við mær. Teir vita ikki hvussu sterkur Dávur er, tí er tað hann, sum skal avstað, segði Torkil undan kappingini

Men Dávur megnaði ikki at halda ferðina. Tá trý umfør vóru eftir, mátti hann sleppa og lata seg slaka aftur til eltararnar.

[object Object]

- Eg hevði brúkt tað eg átti
- Nei, eg brúkti alla mína orku til at vinna meg fram til teir, sum vóru stungnir av. Eg kláraði at koma upp til teir, men hevði onga orku eftir. Eg hevði brúkt tað eg átti og kom ikki fyri meg aftur. Jú, eg eri sera vónbrotin um úrslitið, segði Dávur Magnussen.

Torkil royndi at ugga.

- Tú vart fínur í dag, serliga í spurtinum. Vit taka teir aftur hósdagin tá landavegskoyringin verður.

Súkklararnir skulu annars súkkla tíðarkoyring týsdagin. Tá hevur Torkil stórar ætlanir. Hinvegin roknar Dávur ikki við at klára seg væl har.

Dávur Magnussen endaði á 8. plássi, Torkil Veyhe gjørdist nummar 15 og Helgi Winther Olsen nummar 19 allir í sama hópi, sum elti vinnaran.

Gunnar Dahl Olsen og Jákup Petur Eliassen gjørdust ávikavist nr. 32 og 49, men vórðu heintaðir av teimum fremstu og tiknir út úr kappingini.

Tað røkk tíverri bara til eitt fimta pláss í liðkappingini, sum Saaremaa vann framman fyri Guernsey. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder