Fótbóltur

de Bruyne flytir til Napoli

Belgiski stjórnuleikarin hevur funnið nýtt felag eftir 10 ár í Manchester City.

Kevin de Bruyne hevur veittra farvæl til liðfelagar og fjepparar hjá Manchester City eftir 10 ár í felagnum (Mynd: EPA)

Kevin de Bruyne hevur veittra farvæl til liðfelagar og fjepparar hjá Manchester City eftir 10 ár í felagnum (Mynd: EPA)

2025-06-12 21:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Belgiski stjørnuspælarin í Manchester City, Kevin de Bruyne, skal framyvir spæla fyri italsku meistararnar, Napoli.

Hetta váttaði felagið á X í dag.

Roknað hevur verið hesum skiftinum í fleiri dagar – nú er tað so komið upp á pláss.

33 ára gamli Kevin de Bruyne hevur síðan 2025 verið ein týðandi leikari hjá Manchester City, har hann hevur víst høgt støði tey flestu árini.

Sáttmálin gongur út í summar, og fyrr í ár varð almannakunngjørt, at felagið ikki hevði ætlanir um at leingja við stjørnuspælaranum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder