Tað er fyrrverandi borgarstjórin í Vági og frásøgumaðurin til heimadystirnar hjá besta mansliðnum í 2021, Dennis Holm, ið næsta árið skal vera formaður í FC Suðuroy.
Hetta er greitt, eftir at nýggja nevndin hjá FC Suðuroy skipaði seg á nevndarfundinum í gjár. Dennis Holm avloysir Julius Vest Joensen, ið var formaður í tíggju ár, áðrenn hann fyrr í vetur takkaði fyri seg.
Á aðalfundinum 11. desember varð starvsnevndin hjá FC Suðuroy mannað av nýggjum við sjey nevndarlimum. Fýra nýggir limir komu tá í starvsnevndina: Danjal Johan Joensen, Jákup Olsen, Dennis Holm, og Anna B. Samuelsen.
Umframt Dennis, ið er triðji formaður felagsins, hava aðrir nýggir limir fingið formansessir: Jákup Olsen er nú formaður í fótbóltsdeildini, og Dánjal Johan Joensen er formaður í ungdómsdeildini.
Nevndin hjá FC Suðuroy
Dennis Holm, formaður
Eyðbjørn Thomsen, næstformaður,
Óli Holm, kassameistari
Jákup Olsen, formaður í fótbóltsdeildini
Dánjal Johan Joensen, formaður í ungdómsdeildini
Kári í Lágabø, nevndarlimur
Anna B. Samuelsen, nevndarlimur
Besta mansliðið hjá FC Suðuroy flutti í heyst niður aftur í 2. deild. Besta kvinnuliðið er í samstarvi við TB og Royn, endaði nummar tvey í 1.deild í 2021 og skal næsta ár royna seg í Betrideildini.
Felagið ger í høvuðsheitinum nógv við ungdómsfótbóltin og hevur, uframt vøllin vesturi á Eiðinum, innandura høll (Marhøllina) til nýtslu.
Kelda: fcsuduroy.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald