Fótbóltur

Dennis Nieblas Moreno er ikki longur Víkingur

Spaniólin kom til felagið í vetur, men fer nú heimaftur.

Dennis Nieblas Moreno og Víkingur hava í kvøld endað samstarvið. Her sæst spaniólin í hornatøkum við Kaimar Saag hjá B36 fyrr í ár
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Dennis Nieblas Moreno og Víkingur hava í kvøld endað samstarvið. Her sæst spaniólin í hornatøkum við Kaimar Saag hjá B36 fyrr í ár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-13 23:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan kappingarbyrjan gjørdi Víkingur sáttmála við 27-ára gamla spanska verjuleikaran Dennis Nieblas Moreno. Tað var, tá Maurice Ross var høvuðsvenjari í felagnum.

Í kvøld boðar Víkingur frá, at samstarvið millum felagið og Dennis er steðgað. Víkingur skrivar á heimasíðu sínari, at partarnir eru samdir um at enda samstarvið, og at eitt ára sáttmála millum partarnar harvið ikki verður fullførdur. 

Víkingur takkar fyri gott samstarv og ynskir Dennis alt tað besta framyvir.

Í byrjanini av kappingarárinum var Dennis Nieblas fastur maður í miðverjuni, og  Sigfríður Clementsen nýtti hann eisini fast, eftir at hann tók yvir. Men í fleiri av seinastu dystunum er spaniólin byrjaður á bonkinum. Hann hevur eisini spælt nakað á miðvøllinum.

Sambært Faroesoccer umboðaði Dennis Nieblas Moreno tvífaldu føroyameistararnir 23 ferðir í øllum kappingum.





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder