Ein stór stjørna í týskum fótbólti er deyður. Í dag bórust boðini um, at Gerd Müller, best kendur undir kelinavninum “Der Bomber”, er deyður, 75 ára gamal.
Felagið hjá Gert Müller, Bayern München, bar boðini á Twitter.
Der FC Bayern trauert um Gerd Müller.
— FC Bayern München (@FCBayern) August 15, 2021
Heute steht die Welt des FC Bayern still. Der deutsche Rekordmeister und seine gesamte Fangemeinde trauern um Gerd Müller, der am frühen Sonntagmorgen im Alter von 75 Jahren gestorben ist.
- FC Bayern syrgir Gerd Müller. Í dag er stilt í FC Bayern. Týsku metmeistararnir og okkara framúr fjeppara syrgjar missin av Gerd Müller, sum tíðliga sunnumorgunin doyði, 75 ára gamal, skrivar stóra suðurtýska felagið.
Gerd Müller var ein tann vandamiklasti áleyparin í fótbóltssøguni. Hann skjeyt 365 mál í Bundesliguni, og tað er framvegis met. Eisini megnaði hann at skora 68 mál í 62 landsdystum fyri táverandi Vesturtýskland.
Gerd Müller var við til at vinna bronsu fyri Vesturtýskland í HM kappingini í Meksiko í 1970 og at vinna gull á heimavølli í 1974. Og tað var – sjálvandi – Gred Müller, sum skoraði sigursmáli til 2-1 í finaluni móti Niðurlondum.
Gerd Müller var eisini valdur til ársins fótbóltsspælara í Evropa í 1970.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald