AB er nú í 1. deild við einum ungum hópi, og á Argjum metir man, at hetta er rætta høvið til at byggja upp av nýggjum, og at rætti maðurin til uppgávuna er Dimitrije Jankovic.
Hetta skrivar AB á heimasíðu sínari í dag.
Dimitrije kom til Føroyar í 2008 - til VB/Sumba - og er ikki á nakran hátt ókendur á Argjum, har hann hevur spælt nærum 100 dystir fyri besta liðið hjá AB. Maðurin, ið vanliga verður nevndur Dimi, kom til felagið í 2013.
Síðani 2017 hevur 45-ára gamli serbin verið virkin sum venjari í vaksnamannadeildini í felagnum. Í 2017 og 2018 var hann hjáparvenjari hjá besta liðnum, og í summar yvirtók Dimitrje 1. deildarliðið, sum var um reppið at yvirliva í deildini.
- Dimi er kendur fyri hart arbeiði. Hann trýr uppá menning av ungum leikarum, sum eyðkennir Argja Bóltfelag. AB vann steypakappingina í U21 deildini í ár. Hesir unglingar banka nú uppá í 1. deild. Við Dimitrije Jankovic á odda hevur ungi hópur okkara ein kempara, sum megnar at menna og betra liðið umframt hvønn einstakan leikara, soleiðis at AB skjótast gjørligt hevur eitt lið aftur í betri deildini.AB skal nú byggja eitt sterkt og støðugt manslið upp. Felagið er í framgongd, hóast ítróttarliga úrslitið hjá monnunum hevur gingið okkum ímóti.
Hinir í venjartoyminum hjá besta mansliðnum eru eisini heilt væl kendir í felagnum. Kári Nielsen verðir hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen, sum er høvuðsungdómsvenjari og sum hevði ábyrgdina av besta liðnum seinastu dystirnar í ár, verður fysiskur venjari og hjálparvenjari, Heðin Stenberg heldur fram sum málmansvenjari. Allir hava teir nógvar royndir sum leikarar og hava longu verið í venjaraleiklutinum eina tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald