Annað

DM í amboðsfimleiki: Heiðursmerki til Havnar Fimleikafelag

Við trimum gull heiðursmerkjum og tveimum silvur heiðursmerkjum gjørdist Aron D. Jacobsen samanlagt besti fimleikarin í ríkinum hjá monnum í amboðsfimleiki, og Bjarki Johannesen vann silvur í rekk, bronsu í beinsveiggj og gólv, og gjørdist triðbestur í danska kongaríkinum í all-around.

(Havnar Fimleikafelag)

(Havnar Fimleikafelag)

2023-05-15 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hava íðkarar úr Havnar Fimleikafelag verið í Keypmannahavn, har teir hava luttikið í DM í amboðsfimleiki, og gjørdist tað til fleiri heiðursmerkir hjá teirra fimleikarum, skrivar fimleikafelagið á Facebook.

Fyrradagin var kapping fyri juniorar, og har vunnu føroyingar fleiri heiðursmerki. Hjá kvinnunum vann Mia Højgaard silvur í barr. Bjarki Johannesen vann silvur í rekk, bronsu í beinsveiggj og gólv, og gjørdist triðbestur í danska kongaríkinum í all-around.

Í gjár vóru finalurnar hjá teimum eldru í DM, og tá fingu føroysku fimleikararnir eisini fleiri heiðursmerkir. Aron D. Jacobsen vann gull í gólv, beinsveiggj og ringum. Eisini vann hann silvur í paralell barr og í rekk. Við trimum gull heiðursmerkjum og tveimum silvur heiðursmerkjum gjørdist Aron samanlagt besti fimleikarin í ríkinum hjá monnum í amboðsfimleiki.

Hóast fleiri skaðar stóðu hinir luttakararnir úr Føroyum seg eisini avbera væl og fingu eisini sera góð úrslit, hóast tað ikki rakk til heiðursmerkir, skrivar Havnar Fimleikafelag.

Fimleikararnir hjá Havnar Fimleikafelag, sum luttóku í DM um vikuskiftið, vóru: Mia Højgaard, Anna Sofía B. Højsted, Astrið Breckmann, Rókur Sumberg Vestergaard, Bjarki Johannesen, Teitur Karbech í Hjøllum, Torleivur Christiansen, og Aron D. Jacobsen, og Hjálmar Allansson Dalsgarð, sum í løtuni eru búsitandi í Danmark, venja við ávikavist Gefion og AIG.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder