Annað

DM: Silvur og bronsa til Maibrit Reynheim Petersen

Havnarkvinnan setti eisini tvey føroysk met til DM í olympiskari vektlyfting um vikuskiftið.

Í samlaðu støðini var Maibritt eitt stig frá silvurvinnaranum (Mynd: Føroya Styrkissamaband)

Í samlaðu støðini var Maibritt eitt stig frá silvurvinnaranum (Mynd: Føroya Styrkissamaband)

2025-03-19 08:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir gull og silvur til Niels Áka Mørk fyrra degnum skuldi Maibrit Reynheim Petersen royna seg á seinna degnum til DM í olympiskari vektlyfting.

Illa kann sigast annað enn, at tað gekk framúr væl.

Føroya Styrkissamband skrivar, at í -76 kg bólkinum var danska Laura Vest Tolstrup stórfavorittur, og hon livdi eisini upp til hetta, tá hon vann kappingina sannførandi. Men dysturin um silvurmerkini var sera harður.

- Her hevði Maibrit munin eftir fyrra partin av kappingini, tá hon megnaði at lyfta 87 kilo í trekk, og er hetta bæði persónligt og føroyskt met.

Føroyski lyftarin, sum er búsitandi í Keypmannahavn, fekk fleiri heiðursmerki Í vend & stoyt gekk eisini sera væl. Her er persónliga metið hjá Maibrit 105 kilo, og á degnum megnaði hon at lyfta 104 kilo. Hon gjørdi eisini eina roynd við 108 kilo, men hetta gekk akkurát ikki.

[object Object]

[object Object]

Talan gjørdist sostatt um bronsumerki í seinna partinum av kappingini, og samanlagt gjørdist talan eisini um bronsu, tá Maibrit var eitt kilo frá silvurvinnaranum í samlaðu støðuni.

- Við 191 kilo samanlagt setti Maibrit eisini føroyskt met í tvídystinum, og hetta undirstrikaði aftur eitt sera gott vikuskifti fyri føroyska vektlyfting, har vit enn einaferð undirstrikaðu, at bestu føroysku lyftararnir eisini teljast millum teir bestu í ríkinum, staðfestir Føroya Styrkissamband at enda.

Sí eisini: Tvey donsku met til Niels Áka

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder