Fótbóltur

Dramatikkur í London og í Dortmund

Chelsea vendi 1-4 til 4-4 seinasta hálva tíman móti Ajax, ið fekk tvær útvísingar; Inter var á veg móti sigri í Týsklandi, men Dortmund skoraði trý mál í 2. hálvleiki. Liverpool á veg víðari, og Barcelona spældi málleysan javnleik á heimavølli.

Chelsea var á veg móti greiðum ósigri, men fekk eitt týdningarmikið stig (Mynd: EPA)

Chelsea var á veg móti greiðum ósigri, men fekk eitt týdningarmikið stig (Mynd: EPA)

2019-11-05 22:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta teir fyrstu dystirnir í 4. umfari og harvið seinnu hálvu av bólkaspælinum í Champions League vórðu leiktir í kvøld.

Liverpool greiddi sína skyldu, og meistararnir mangla nú bert eitt stig fyri at koma víðari, meðan Erling Braut Haaland aftur skoraði fyri Salzburg og helt lív í møguleikanum hjá eysturíksa liðnum at spæla seg víðari.

Barcelona megnaði ikki at skora, tá Slavia Prag vitjaði, og hóast liðið liggur væl fyri at koma víðari, so vaksa spurningarnar viðvíkjandi venjaranum, Erneste Valverde. Inter basti Dortmund fyri 13 døgum síðani, og var aftur á veg móti kækomnum sigri móti týska liðnum. Men hóast 2-0 leiðslu í hálvleikinum, so rakk tað ikki til stig. Achraf Hakimi skoraði tvær ferðir, og Dortmund liggur nú til at koma víðari saman við Barcelona.

Í Onglandi fór eisini eitt stórt comeback fram. Ajax var omaná fyri steðgin, og tá Van de Beek økti til 4-1, sá einki út hjá liðnum hjá Lampard. Men tað hendi nógv seinasta hálva tíman. Tað gjørdist 2-4, áðrenn dómarin gav tveimum Ajax-leikarum sítt seinna gula kort í somu spælstøðu. Hetta vóu hálendingar sera ónøgdir við, men Jorginho skoraði fyri aðru ferð ísakalt úr ellivu metrum, áðrenn ungi Recce James javnaði til 4-4 við sínum fyrsta Champions League málið. Heimaliðið legði eitt tungt trýst, men teir níggu leikararnir hjá Ajax hildu fast. Azpilicueta fekk bóltin í Ajax-málið, men VAR kolldømdi málið, tí hond var á. Bólkur H er sera spennandi, tí eftir 4-1 sigurin hjá Valencia hava trý lið 7 stig.

Úrsltiini í kvøld:

Bólkur E

Liverpool - Genk 2-1 (1-1)
Napoli - Salzburg 1-1

Støðan eftir trý umfør: 
Liverpool 9
Napoli 8
Salzburg 4
Genk 1

Bólkur F

Barcelona - Slavia Prag 0-0
Dortmund - Inter 3-2 (0-2)

Støðan eftir fýra umfør: 
Barcelona 8
Dortmund 7
Inter 4
Slavia Prag 1

Bólkur G
Zenit - Leipzig 0-2 (0-1)
Lyon - Benfica 3-1 (2-0)

Støðan eftir fýra umfør: 
RB Leipzig 9
Lyon 7
Zenit 4
Benfica 3


Bólkur H
Chelsea - Ajax 4-4 (1-3)
Valencia - Lille 4-1 (0-1)

Støðan eftir fýra umfør: 
Ajax 7
Chelsea 7
Valencia 7 
Lille 1



 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder