Í gjár bleiv kongaetapan koyrd. Súkklað var í Suðuroy, og Suðuroyoggin vísti seg frá sínari vakrastu síðu. Sól og summar.
Byrjað varð á Tvøroyri og síðani gekk leiðin til Hvalba. Hetta var serligt á tann hátt, at tað er fyrstu ferð at súkklað hevur verið í Hvalba, í Kring Føroyar høpi, men hetta er heilt sikkurt ikki seinastu ferð.
Koyrt bleiv gjøgnum nýggja tunnilin og síðani runt í bygdini, áðrenn leiðin gekk úr Hvalba aftur. Ferðin var rættiliga høg, og á veg úr Hvalba slitnaði feltið, og tað eydnaðist Hilmar Hansen, Jákup Petur Eliassen og Gunnar Dahl-Olsen at fáa hol aftur til høvuðsfeltið.
Leiðin gekk nú til Trongisvág, til Øravík, og síðan um Hovsegg. Her bleiv aftur rykt nakrar ferðir, og til seinast mátti Gunnar sleppa. Hann koyrdi tó sítt tempo, og tað var nokk til at halda avstand til teir sum jaktaðu aftanfyri. Her kappaðust bara 20 ára gamla Niklas Hallgren Niclassen, sum seinasta árið hevur tikið seg sera nógv fram á súkkluni, saman við meiri royndum súkklarum, Boga Gregersen og Tórarin Didriksen.
Leiðin gekk víðari til Hov, til Porkeri, á Vág, til Lopra, og síðan gjøgnum bergholið til Sumba. Her bleiv vent, og so gekk leiðin aftur gjøgnum bergholið, og á mál í Vági.
Í oddinum bleiv eitt sindur av dramatikki, tá sprintast skuldi um mállinjuna. Jákup Petur og Hilmar sluppu avstað um Hovsegg, og teir fylgdust á mál. Hilmar byrjaði spurtin. Jákup Petur svarar aftur, men skógvurin loysnar úr pedalinum og hann er um at detta. Hilmar er fyrstur um mállinjuna, og vinnur sín fyrsta sigur í ársins útgávu av LM Kring Føroyar.
Av teimum aftanfyri vann Niklas sær virðismikla tíð, so at hann nú er á 4. plássinum samanlagt. Áðrenn seinasta teinin í dag hevur Niklas hálvanfjórða minutt aftur til Boga.
Hjá kvinnum var kappingin ikki stór, tí Maria Svabo Hansen var einasta kvinnan, ið stillaði upp, og hon tryggjaði sær tí sigurin.
3. etapa bleiv koyrd á Viðoynni
Dagin fyri bleiv 3. etapa koyrd, og fríggjadagin bleiv koyrt á Viðoynni. Starturin gekk úr Hvannasundi, og annars gjøgnum tunnilin, eftir gamla vegi úr Viðareiði, og so aftur gjøgnum bergholið. Teinurin er 12 kilometrar langur, og skuldi hesin teinur koyrast fimm ferð. Tilsamans bleiv koyrt 63 kilometrar.
Jákup Petur var aftur aftur í essinum, og tað var hann sum byrjaði "ballið". Eina ferð, tvær ferð, og triðju ferð eydnaðist tað. Hilmar fekk skjótt Jákup Petur aftur, og løtu seinni komu Bogi Gregersen, Niklas H. Niclassen og Gunnar Dahl-Olsen upp til oddamenninar aftur. Løtu seinni rykti Jákup Petur aftur, og nú var tað bara Hilmar, ið megnaði at halda tørn. Enn ein roynd, og so koyrdi Jákup Petur einsamallur avstað, Hilmar jagstraði, og nakað aftanfyri lá Gunnar. Eisini hann koyrdi solo.
Jákup Petur vann tryggan sigur, tá hann vann við smáum tveimum minuttum á Hilmar.
Eftir 3. og 4. etapu liggur Jákup Petur á einum samlaðum 1. plássi, og tað eru nú 8 minuttir og 28 sekund aftur til Hilmar Hansen. Á triðja plássi, í samlaðu støðuni, liggur Gunnar.
Eisini í 3. etapu var Maria einasta kvinnan. Ein sigur, og megnar Maria at koma til Havnar uttan óhapp, tá seinasta etapan verður koyrd, so er hon samlaður vinnari av LM Kring Føroyar 2022 hjá kvinnum. Fleiri kvinnur hava meldað seg til 5. etapu, men Maria er sum sagt einasta kvinnan, ið kann vinna kappingina samanlagt.
Úrslit, Viðoy, 3. etapa síggjast her.
Úrslit, Suðuroy, 4. etapa síggjast her.
Tórshavnar Súkklufelag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald