Tað gjørdist ein langur og ógvuliga spennandi dagur á Hálsi í gjár, tá seinnu FM-finalurnar í Føroya Tele-deildunum vórðu spældar.
Í báðum førum varð neyðugt við fimm settum og síðani sonevndum gullsettum,. Hetta tí at liðið, sum tapti fyrru FM-finaluna, vann sjálvan dystin.
Í sætta og gylta settinum hjá kvinnum gjørdist Dráttur fyrsta liðið, sum ikki hevur vunnið fyrsta finaludystin, ið gerst føroyameistari. Hetta var eisini fyrsta greipan í 40-ára longu søguni hjá vágafelagnum.
Dráttur og Fleyr hava havt ógvuliga tætt stríð um steypini í ár. Har noyðast tær í havnarfelagnum at ásanna, at man var júst ov stuttur í báðum kappingunum.
Føroya Tele-deildin, kvinnur:
Seinna FM-finalan - leygardagin 27.04
Dráttur – Fleyr 3-2 (16-25, 25-18, 26-24, 23-25, 15-12)
Gullsett: Dráttur – Fleyr 15-12
Sum vera man stórur fagnaður á teimum hjá Drátti (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Les meira: Dráttur føroyameistari eftir fimmsettara og gullsett
Hjá monnum var nær við at SÍ vendi øllum á høvdið og fekk steypið við til Sørvágs.
Mjølnir vann fyrstu finaluna sannførandi (3-0) og var á odda 2-0 í gjár eftir tvey góð sett, men so kom SÍ av álvara í gongd. Tað endaði 3-2, og sinnisligi fyrimunurin lá hjá sørvingum undan gullsettinum.
Annar av sterku póllendingunum hjá Mjølni, Mateusz Pazgan, var eisini farin av vølli við skaða í 2. setti. Tó vísti Mjølnir hví liðið hevur so nógv steyp seinastu árini. Pazgan kom eisini á vøllin aftur, og liðið úr Klaksvík vann 15-9 í avgerandi settinum. Sætta árið á rað at steypið ferð norður við monnunum hjá Mjølni, sum taptu steypafinaluna móti SÍ.
Føroya Tele-deildin, menn:
Seinna FM-finalan - leygardagin 27.04
Mjølnir – SÍ 2-3 (25-19, 25-17, 18-25, 22-25, 17-19)
Gullsett: Mjølnir – SÍ 15-9
Tað helt hart, men norðyingar fingu aftur FM-steypið við sær (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Les meira: Mjølnir føroyameistari eftir fimmsettara og gullsett
Kelda: Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald