Fótbóltur

Dreymahøgg avgjørdi undirhaldandi uppgerðina í Sarpugerði

Tað var ótrúligt, at Ari Olsen skoraði einsamalla málið, tá Víkingur breyt ringu gongdina á heimavølli móti NSÍ, og nú er oddalið í Betrideildini .

Ari Olsen avgjørdi Eysturoyaruppgerðina, ið á mangan hátt var ein fragd at hyggja eftir. Tað var málið hjá høgra bakkinum, sum var hansara fyrsta sum Víkingur, so sanniliga eisini (Mynd: Sverri Egholm)

Ari Olsen avgjørdi Eysturoyaruppgerðina, ið á mangan hátt var ein fragd at hyggja eftir. Tað var málið hjá høgra bakkinum, sum var hansara fyrsta sum Víkingur, so sanniliga eisini (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-22 22:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrar minuttir frammaundan hevði hann irða seg nógv. Atli Gregersen hevði skelda hann fyri at brenna ein so stóran møguleika. Tað var Gunnar Vatnhamar, ið hevði snittað bóltin væl víðari, og høgri bakkurin hevði møtt bóltinum væl. Men annar av strandingunum á Víkinga-liðnum stýrdi bóltin á yvirleggjaran beint uttanfyri málteigin. Hetta var ikki einastu ferð, at vælleikandi og ágangandi heimaliðið rakti yvirleggjaran í 1. hálvleiki. Finnur Justinussen stýrdi bóltin við høvdinum á tvørtræðið seinni í hálvleikinum. Áðrenn tað hevði Ari Olsen fingið sína uppreisn. Aftur hesaferð hevði Gunnar lagt bóltin til høgra bakkin, ið var eitt gott álopskent vápn hjá Víkingi í 1. hálvleiki. Hesaferð var bólturin áleið 30 metrar frá málinum, nakað til høgru.

Ari ivaðist ikki, og hann smekkaði bóltin heilt upp í longra málhornið við øðiligari ferð. Tórður Thomsen náddi akkurat ikki at fáa fingarnar á bóltin, og so var 1-0.

Hetta var heilt víst í tráð við leikgongdina. Víkingur var væl betri í 1. hálvleiki, og Klæmint Andrasson Olsen viðgekk eftir dystin, at NSÍ kom skeivt út til 1. hálvleik.

Heimaliðið setti seg tungt á miðvøllin og spælið. Tó var NSÍ vandamikið tær ferðirnar, umstillingar komu í lag, ella tá teir gul/svørtu fingu tamarhald á bóltinum. Tað var júst metmálskjúttin í føroyskum fótbólti, sum kom til flestu møguleikarnir hjá NSÍ fyri steðgin, og serliga tann seinasti av teimum var stórur. Tó var brotssparkið, ið NSÍ fekk fyri at liðformaðurin fór um koll í Víkinga-brotsteignum. Petur Knudsen skoraði trygt í Streymnesi sunnudagin, men hesaferð sendi hann næstan bóltin í anna aftanfyri málið - brotsparkið hjá nummar 16 fór langt omanfyri Víkinga-málið. 

[object Object]
Petur Knudsen misnýtti møguleikan at javna úr ellivu metrum. Sølvi Vatnhamar spældi sera væl fyri Víking (Mynd: Sverri Egholm)

Aron Knudsen hevur gjørt um seg fyrstu tvey umførini. 20-ára gamli miðvallarin hevur vunnið eitt av teimum trimum miðvallaraplássinum frammanfyri Betuel Hansen, men hann og Mórits Heini Mortensen, ið er frá sama árgangi, vóru við undirlutan móti Gunnar Vatnhamar og vælleikandi Bogi Reinert Petersen. Ein sera eyðsýntur Sølvi Vatnhamar fann eisini rúmini frammanfyri bakketuna og ímillum høgra vongbakk og høgra miðverja. Lukasz Cieslewicz hevði eisini nógvar góðar atgerðir, og royndi miðvøllurin hjá Víkingi vísti seg frá sínari bestu síðu í løtum, serliga fyri steðgin. Í báðum teimum fyrstu dystunum skoraði Aron Knudsen - fyrsta korterið í seinna hálvleiki fekk hann tvey gul kort, og so var mótbrekkan tyngri hjá runavíkingum. Í dystinum vóru annars nógvir rímiliga harðir nærdystir, og Alex Troleis hevði nakað at halda eyga við. 

[object Object]
Aron Knudsen hevur í fyrstu umførunum fegnast um mál - í dag varð hann vístur av vølli eftir ein tíma (Mynd: Sverri Egholm) 

Áðrenn hetta hevði NSÍ fingið skapt fleiri góðar støður, og Elias Rasmussen hevði bjargað fríum stútara frá Klæminti. Víkingur var tó framvegis sera vandamikið, og Tórður Thomsen kom sera væl út og bjargaði, tá ein leysur bóltur datt til Lukasz til høgru inni í brotsteigin - hetta var 15-20 sekund áðrenn stútaran hjá Klæminti, og ein góð mynd uppá dystin: Nógv ferð, góðar atgerðir og nógvir stórir møguleikar.

 

Gunnar Vatnhamar og Finnur Justinussen høvdu stórar møguleikar at lata hurðina heilt aftur frá NSÍ: Gunnar eftir at hann hevði vunnið bóltin høgt, sett ein verjuleikara hegnisliga av, og Finnur eftir at Sølvi hevði spælt hann sera væl frían. Báðir skutu tó beint framvið. Innskifti Lava og bygdamaðurin, Vatnhamar, eldri, høvdu eisini góðar møguleikar seinna partin av 2. hálvleiki. Annars var NSÍ als ikki eiasørt við tíggju monnum og fekk trýst Víking væl. Atli Gregersen og Vukasin Tomic høvdu úr at gera, og miðverjarnir, serliga Tomic, fingu ruddað nógv innlegg væl burtur. Tað gjørdist tó farligt í nøkrum førum, og langt inni í yvirtíðini var Klæmint aftur nær við at javna. 

[object Object]Finnur Justinussen var fleiri ferðir nær við at skroa sítt mál nummar 100 í Betrideildini (Mynd: Sverri Egholm)


Tað kom tó bert eitt mál í greitt besta dystinum higartil í ár. Liðini løgdu ógvuliga nógv fyri, og sum so eingin deyð løta var í dystinum. Víkingur fall, hóast ein í yvirtali, longur aftur á vøllin so líðandi, men vann samanumtikið uppiborið.

Myndir: Víkingur - NSÍ

Glenn Ståhl kann tó taka nógv jaligt við. Partar av fyrra hálvleiki var NSÍ nógv undir, men liðið hótti allatíðina, og kom greitt betri út til 2. hálvleik. Liðið stóð tó ikki fyrstu veruligu royndina, og Víkingur vann fyri fyrstu ferð á NSÍ í Sarpugerði í yvir trý og eitt hálvt ár, og kom frammum runavíkingar á stigatalvuni. Teir ljósabláu eru nú á odda, men B36 og/ella HB koma tó helst frammum, áðrenn vikuskifti er av. Næsta uppgávan hjá Víkingi er júst HB, í Gundadali hósdagin. NSÍ hevur nú aftur tvey "botn-fimm" lið á skránni: ÍF við Løkin og 2. Hvítusunnudag er tað kommunuuppgerð móti Skála.

Betrideildin, 3. umfar

Norðragøta, 22.05
Víkingur - NSÍ 1-0 (1-0)
17' Ari Olsen

Reytt kort: Aron Knudsen (61' - seinna gula)

Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Ari Olsen, Atli Gregersen (L), Vukasin Tomic, Elias Lervig - Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen - Lukasz Cieslewicz (85' Ingi Jonhardsson), Sølvi Vatnhamar (88' Arnbjørn Svensson), Jákup Johansen (69' Andreas Lava Olsen), - Finnur Justinussen

Venjari: Eyðun Klakstein

NSÍ (5-3-2): Tórður Thomsen, Bárður Jógvansson Hansen, Jákup Jakobsen, Oddur Árnason Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen, Jann Julin Benjaminsen (65' Salmundur Bech) - Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen (78' Búi Egilsson) - Klæmint Andrasson Olsen, Petur Knudsen

Venjari: Glenn Ståhl

Leygardagin 23.05
14.00: B36 - Skála
16.00: ÍF - KÍ
18.00: EB/Streymur - TB

Sunnudagin 24.05
15.00: AB - HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder