Fótbóltur

Dystur hjá Ukraina útsettur – Pólland fer beinleiðis í finaluna

Pólska landsliðið, sum skuldi spæla móti Russlandi fer nú beint í finaluna at kappast um eitt pláss í HM-endaspælinum, nú Russland er útihýst – Tað er ikki rættvíst, heldur svenska fótbóltssambandið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-03-09 10:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Playoff-dysturin í HM-undankappingini millum Ukraina og Skotland, sum eftir ætlan skuldi spælast 24. mars, er útsettur orsakað av russisku innrásini. Dysturin verður nú spældur í juni í staðin, boðar altjóða fótbóltssamgongan, Fifa frá.

Russland var útihýst úr kappingini, eftir at Svøriki, Pólland og Kekkia boðaðu frá, at tey noktaðu at spæla ímóti russiska landsliðnum, og Pólland, sum skuldi hitta russiska landsliðið 24. mars, er komið víðari til finaluna um eitt HM-pláss.

Hvør skal hitta pólska landsliðið í finaluni verður avgjørt í dystinum millum Svøríki og Kekkia 24. mars, men svenski landsliðsvenjarin, Janne Andersson heldur tað vera órættvíst, at Pólland sleppur beinleiðis í finaluna.

– Í síðsta enda tók Fifa røttu avgerðina viðvíkjandi Russland, men hendan avgerðin er púra burturvið sæð útfrá einum ítróttarligum sjónarmiði, sigur hann sambært Ritzau.

Håkan Sjöstrand, aðalskrivari hjá svenska fótbóltssambandinum, finst eisini at avgerðini hjá Fifa, sum merkir, at Pólland bert er ein dyst frá HM í Katar.

– Vit halda, at tað hevði verið rímiligt, um Pólland fekk eitt nýtt mótstøðulið í sínari hálvfinalu. Vit skilja, at tað er eitt torført putlispæl at leggja hjá Fifa, men liðini burdu spælt eftir somu fortreytum, also at mann skal vinna tveir playoff-dystir fyri at koma til HM-endaspælið.

HM í Katar verður í november og desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder