Føroyingar spældu ein flottan fyrra hálvleik móti Serbia mikukvøldið og stríddust sum heild ógvuliga væl, men tað rakk júst ikki til stig (31-32).
Sí eisini: Júst og óskarpir móti Serbia
Nummar tíggju í HM-endaspælinum hjá árgangunum í 2025 (tá U19) fór harvið avstað við tveimum stigum. Tað gjørdi Sveis eisini móti Turkalandi. Ikki óvæntað; men tó heldur merkisvert, at tað endaði 50-32 eftir 20-19 í steðginum.
Ein løgin dystur, og í dag skulu Føroyar eisini gera bart móti Turkalandi: Tað er neyðugt at vinna á lægst styrkismetta liðnum í bólkinum fyri at framhalandi hava veruligan møguleika at fara víðari frá bólkinum.
Ikki nógvir tímar hjá føroyska liðnum at koma fyri seg. Longu tíðliga seinnapartin okkara tíð skulu U20-menninir aftur í eldin Rumenia.
Til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum
U20 EM, Bólkur B
2. umfar - hósagin 9. juli
12.30: Føroyar - Turkaland
Portalurin stroymir frá klokkan 12.15. Pætur Nolsøe sigur frá. Viðmerkjarar vera Tormóður Petursson Djurhuus og Pauli Jacobsen, málverji og liðformaður á A-landsliðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald