Fótbóltur

Dysturin hjá B36 verður stroymdur ókeypis

Europa League uppgerðin á Gibraltar hósdagin 16.30 verður at síggja á Rás 1. Tað er júst vorðið greitt, at alt ferðaliðið hjá enn einaferð er testað negativt fyri koronu. Í morgin kann liðið harvið venja í nógva hitanum.

2020-08-18 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Dysturin hjá B36 á Gibraltar verður stroymdur beinleiðis og ókeypis fyri fjepparar í Føroyum

Hesum boðar B36 frá í kvøld. Tað hevur verið eitt sindur aftur og fram, men saman við samstavsfelaga, Televarpinum og Tórshavnar kommunu er borið so í bandi, at dysturin í undanumfarinum í Europa League verður at síggja á Rás1 hjá Televarpinum.

Um ein er staddur uttanlanda er tó neyðugt at keypa sær atgongd til dystin á Rás2 hjá Televarpinum. Hetta hevur nakað við rættindini í avtaluni at gera, boðar B36 frá.

Aftur bert negativar kanningar

Síðani B36-hópurin er komin til Gibraltar, hevur hann verið "avbyrgdur" á økinumgistingarhúsinum. Koronakanningar vórðu gjørdar á gistingarhúsinum í gjár, og síðani hava leikarar nýtt tíðina til at vant í venjingarmiðstøðini á gistingarhúsinum og fingið vant seg við hitan beint uttanfyri. 

Jákup á Borg segði við Portalinum fyri lítlari løtu síðani, at boð júst vóru komin um, at allar kanningarnar vóru negativar. Tað er fjórðu ferð innan eina viku, at allur leikarahópurin og øll í ferðalagnum hava fingið hetta svarið.

Harvið kann B36-hópurin nú flyta seg meira runt og kann í morgin venja úti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder