Tað er ikki bert í Føroyum, at veðrið darvar til ein týðandi dyst í seinnu hálvu av juli. Nú er ein EM-dystur støðgaður.
Orsøkin er ikki vindur, hóast fitt av vindi er, men ógvusligur torusláttur. Tað byrjaði at braka, beint áðrenn ein hálvur tími varð spældur í dystinum millum Danmark og Týskland.
Tað tók eina løtu, til dómarin Micheal Oliver tók avgerð um at støðga dystinum. Tá var tað byrja at oysa niður, og stutt eftir at spælararnir vóru farnir í skiftingarrúmið, sást heglingur.
Mynd: EPA
Tað var 0-0, og 36 minuttir vórðu spældir, tá liðini noyddust av vøllinum. Týskland fekk mál kolldømt tíðliga í dystinum, sum Danmark seinni er komið betri við í. Joakim Mæhle hevði eisini stóran møguleika.
Óvist er, júst nær dysturin í Dortmund byrjar aftur, men støðan er betri nú.
-------------------------------------------------
Veðrið er batnað munandi, og nú spæla liðini aftur. Skjótt verður hálvleikur.
Dagført: 21.05
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald