Fótbóltur

Dysturin í Klaksvík avlýstur - Slovan Bratislava fer av landinum 20.45

Støðan er heilt serstøk og margháttiligt. KÍ-leikararnir vóru til reiðar at koma á vøllin, men fimm minuttir fyri dystarbyrjan varð kunngjørt, at tað ikki skuldi bríkslast í gongd. Óvist er, hvat nú fer at henda.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-21 17:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað ljóðaði, at avgerð var tikin um at bríksla dystin Champions League í Klaksvík í gongd, har tó bara 11 leikarar skuldu vera á vøllinum - teir sum skuldu byrja inni hjá KÍ.

Dysturin varð ikki alement avlýstur, men nú hevur UEFA sum skilst tikið hesa avgerðina. Stadionspeakarin, Kristian Joensen, kunngjørdi 16.55, at tað verður eingin fótbóltur í Klakvík í dag. Tá vóru leikararnir ananrs til reiðar, eins og alt rundanum var til reiðar. Nú fara leikararnir ístaðin at venja.

Sambært reglum vinnur KÍ so dystin og fer víðari. Tó er seinasta orðið valla sagt í hesari støðuni, og tað er framvegis stór óvissa í støðuni. Ein nevnd í UEFA skal nú taka eina avgerð.

Av landinum í kvøld

Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn er nú greitt, at eitt flogfar fer til Bratislava klokkan 20.45. Slovakiska ferðalagið fór ikki av Hotel Føroyum klokkan 16 sum ætlað. Flogfarið og flogvøllurin sjálvur skal gerast til reiðar at taka ímóti hópinum, ið er raktur av koronu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder