Fótbóltur

E-fótbóltur: Føroyar komu í bólk F

Lutakast hevur verið til EM-undankappingina. Føroyar komu í bólk við Ísrael, Litava, Belgia, Írlandi og Sveis. Tróndur Vørmadal, Hendrik á Fríðriksmørk og Heðin Skov skulu umboða Føroyar síðst í mars og síðst í apríl .

Heðin Skov, t.h, saman við Virgari Trondesen. Hesir umboðaðu Føroyar til EM-undankappingina í fjør (Mynd: FSF)

Heðin Skov, t.h, saman við Virgari Trondesen. Hesir umboðaðu Føroyar til EM-undankappingina í fjør (Mynd: FSF)

2021-02-10 18:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er greitt, hvørjum føroyska e-landsliðið skal spæla ímóti í bólkaspælinum til EM2021. Øll 55 limalondini vóru við í bollanum, tá UEFA í gjár avgreiddi lutakastið, og Føroyar endaðu í bólki F saman við Ísrael, Litava, Belgia, Írlandi og Sveis. 

Føroya Tele er høvuðsstuðul hjá e-landsliðnum, sum verður mannað av Tróndi “Molle” Egholm Vørmadal, Hendriki “Hendrico” á Fríðriksmørk og Heðini “Sorgot54” Skov. 

Dystirnir í EM undankappingini verða spældir 29. mars og 26. apríl, og endaspælið verður í juli.

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder