2022-09-23 13:45
EB hevur gjørt leiguavtalu við RK Trebjesa Niksic um at Maša Varajic spælir við EB restina av kappingarár.
Hesum boðar Eiðis Bóltsfelag frá á heimasíðuni.
Maša er 21 ára gomul, hon kemur úr býnum Niksic Montenegro, hon hevur spælt við RK Trebjesa síðan hon var 10 ára gomul. Seinastu árini í bestu kvinnu deildin í Montenegro.
Umframt at spæla fer hon at venja gentulið í vetur.
- Vit í EB eru glað um at hava fingið Maša í hópin og eru vís í at hon kemur at styrkja væl um okkara unga hóp.
EB hevur higartil leikt tveir dystir í SMS deildini í ár og hevur tapt báðar. Í morgin er klokkan 13:30 VB á vitjan á Eiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald