Tað vóru liðini í botninum, sum í kvøld hittust á Eiðinum í Vági. Hvørki heimaliðið VB ella gestirnir EB hava megnað at skavað nøkur stig saman higartil í ár, so tað var stórur spenningur undan dystinum.
Liðini vóru sera jøvn gjøgnum dystin, og í hálvleikinum vóru bara tvey mál á muni. 12-10 til útiliðið.
Í seinna hálvleiki hildu eiðiskvinnur leiðsluni í mestan mun við tveimum málum, og tá eitt korter var eftir at spæla økti EB enn meira um munin, og fekk eina fýramálsleiðslu 20-16.
Endin var, at EB vann sín fyrsta dyst við úrslitinum 26-22, og fekk síni fyrstu stig í SMS-deildini. Hetta er fyrstu ferð at EB spælir í bestu kvinnudeildini í 39 ár.
VB - EB 22-26 (10-12)
Stigatalva SMS-kvinnur
1. Kyndil 12 stig (7 dystir)
2. Stjørnan 9 stig (6 dystir)
3. H71 9 stig (5 dystir)
4. Neistin 8 stig (6 dystir)
5. StÍF 4 stig (7 dystir)
6. EB 2 stig (6 dystir)
7. VB 0 stig (7 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald