FSF: Áskoðararnir fingu eina langa og spennandi steypafinalu í kuldanum á Tórsvølli, tá nummar gull- og silvurvinnararnir í landskappingini hjá gentum U18 brustu saman. EBS/Skála og B36 skiftust eisini um at stýra spælinum í dystinum. Fyrstu løtuna leikaði javnt á, men í seinnu helvt av fyrra hálvleiki hevði felagsliðið yvirvág og kom eisini í fleiri góðar støður frammanfyri B36 málið, tó uttan úrslit.
Seinni hálvleikur gjørdist eisini rættiliga spennandi. Eina góða løtu var B36 eitt vet omaná, men EBS/Skála lá eisini framvið í hinum endanum. Tað eydnaðist tó ikki nøkrum av liðunum at skora í vanligu leiktíðini, og tí mátti longd leiktíð til.
Leikgongdin í umdystinum helt fram eftir sama leisti, og leingi var líkt til, at dysturin skuldi avgerast við brotssparkskapping. Tað gjørdist tó ikki neyðugt, tí tá heilt fáir minuttir vóru eftir varð bríkslað fyri brotssparki til EBS/Skála. Silja P. Augustinussen varð sett at skjóta, og hon setti bóltin trygt í netið, og gjørdist harvið matchvinnari fyri EBS/Skála.
Við steypasigrinum kann felagsliðið kalla seg greipuvinnara 2020; í landskappingini endaðu tær trý stig frammanfyri júst B36.
Myndir: Bjarni Enghamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald