Hann hevur seinastu dagarnar vant við í Streymnesi, og nú er greitt, at hann hevur fingið sáttmála við EB/Streym.
Talan er um 20 ára gamla Albert Theis Nielsen, sum kemur til úr danska felagnum Hvidovre IF.
Seinastu árini hevur hann spælt við ymiskum ungdómsliðum í Danmark. Sum nevnt í Hvidovre IF, og eisini fyri feløg á Amager: Fremad Amager, B1908 og AB Tårnby í Danmark.
Albert Theis Nielsen er hálvur føroyingur - mamman er úr Sørvági. Hann hevur spælt átta dystir fyri føroyska U17 landsliðið. Heimasíðan hjá EB/Streymi skrivar, at talan er um leikara, ið kann spæla á nógvum ymiskum plássum á miðjuni og í álopinum.
Hetta er higartil einasti nýggi leikarin í hópinum hjá EB/Streymi. Liðið liggur á sjeynda plássi í Betrideildini við sjey stigum fyri. EB/Streymur hevur skorað seks mál, eitt hálvt mál í miðal pr. dyst, og einki lið hevur gjørt færri mál. Helst er ætlanin, at Albert Theis Nielsen skal hjálpa við at betra um hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald