Fótbóltur

EB/Streymur er leyst av botninum

Eitt mál avgjørdi í Trongisvági seinnapartin.

Gestur Bogason Dam skoraði fyri EB/Streym (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Gestur Bogason Dam skoraði fyri EB/Streym (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-16 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

TB hevur stórar trupulleikar við at fáa stig á heimavølli og at skora mál. Hetta gjørdist aftur týðiligt í dag, tá EB/Streymur vitjaði. Hetta var møguleikin hjá aldursforsetanum at koma undir liðuna á EB/Streymi og vekk frá strikuni, men tað var útiliðið, ið var omaná, tá samanum kom. 

Einsmalla málið í dystinum kom, beint áðrenn hálvur tími var leiktur í Trongisvági. Tað var Gestur Bogason Dam, ið skoraði sítt fyrsta mál í ár. TB jagstraði útjavnandi málið, men tað sást, at talan var um tvey lið, ið undan dystunum høvdu skorað níggju mál hvør.

Hjá EB/Streymi var talan um fjórða sigurin í ár. Tveir av teimum eru komnir ímóti júst TB - tveir ímóti Skála. Hetta verður allarhelst nóg mikið til at halda liðið hjá Jákup Martini Joensen trygt. Seks stig eru nú niður til TB og AB og 11 stig niður til einasta plássið, ið hevur við sær beinleiðis niðurflyting. 

16.08 - Við Stóra
TB - EB/Streymur
29' Gestur B. Dam 0-1

Støðan:

1. HB 46 stig (17 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (17 dystir) 
5. Víkingur 26 stig (16 dystir) 
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 13 stig (16 dystir) 
8. TB 7 stig (16 dystir) 
9. AB 7 stig (17 dystir) 
10. Skála 2 stig (16 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder