
FC Suðuroy - EB/Streymur varð ikki spældur vegna veður, tá 1. umfar var. Ístaðin hittust liðini á Eiðinum seinnpartin.
Undan dystinum var ein minutt tøgn fyri Hans Jacob Hjelm, sum millum annað var ein eldsál kring FC Suðuroy. Spælarar á báðum liðum spældu í syrgibindum honum til heiðurs.
Sí eisini: FC Suðuroy minnist Hans Jacob Hjelm
Uppflytararnir vísti fleiri góðar taktir fyrstu løtuna og høvdu nakrar støður, men sum heild vóru gestirnar omaná og komu á odda eftir hálvan tíma. Eftir innlegg frá Boubacar Dabo úr vinstru beindi nýggi miðverjin hjá FC Suðuroy, Hunter Bell, bóltin í egið mál við høvdinum.
EB/Streymur burdi økt fyri steðgin og var eisini væl meira vandameiri í 2. hálvleiki í Vági. Eftir 77 minuttir eydnaðist at økja.
Hetta var beint eftir, at ein stútari var endaður á stongini, og FC Suðuroy hevði beint bóltin út til nýtt hornaspark. Bólturin kom út frá til Virgar Jónsson. Ungi eiðismaðurin høgdi til við vinstra beininum, bólturin rakti Jimmy Abdul á vegnum, broytti kós, og so var 2-0.
Tað varð eisini endaliga úrslitið á Eiðinum. Harvið hevur FC Suðuroy einki stig og einki mál eftir tvey umfør. Hóast summi jalig ting er úrttøkan tvey 2-0 tap móti liðum, sum man skal royna at bjóða av. Liðið hjá Pól Thorsteinsson skal eisini fáa tíð at finna fótafesti í fremstu røð.
Í EB/Streymi var man ikki heilt nøgdur við 2-2 javnleikin móti TB á heimavølli í 1. umfari. Eftir dystirnar móti uppflytarunum er liðið hjá Sigfríði Clementesen á 4. plássi við fýra stigum.
Betrideildin 2025, 1. umfar
22. mars - útsettur frá 9. mars
FC Suðuroy - EB/Streymur 0-2 (0-1)
31' Sjálvmál 0-1
78' Virgar Jónsson 0-2
Støðan eftir tvey umfør:
1. NSÍ 6 stig
2. KÍ 6 stig
3. HB 6 stig
4. EB/Streymur 4 stig
5. B68 3 stig
6. TB 2 stig
7. Víkingur 1 stig
8. B36 0 stig
9. 07 Vestur 0 stig
10. FC Suðuroy 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald