2020-07-21 17:03
EB/Streymur boðaði í gjár frá, at felagið hevur gjørt yrkisleikarasáttmála við tríggjar av sínum ungu, lokalu og evnaríku leikarum.
Filip Kruse Johansen er júst fyltur 17. Hann spælir á verjuni og á miðvøllinum. Jákup Hummeland spælir fyri tað mesta á teimum meira framrættaðu miðvallarplássunum, og Fayo Kruse er ein spennandi málverji, ið hevur spælt 8 U-landsdystir.
Hesir tríggir hava skrivað undir sáttmála, ið er galdandi fyri restina av 2020 og fyri 2021.
Jákup Hummeland og Filip Kruse Johansen saman við Fróða Reinert Petersen (Mynd: EB/Streymur)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald