Fótbóltur

EB/Streymur hevur selt Dabo til Gibraltar

Lincoln Red Imps, ið sló Víking út í Champions League, hevur keypt 27-ára gamla senegalbúgvan, sum seinasta stóra árið hevur verið vandamiklasta kortið hjá EB/Streymi.

- Hetta var ein sera góður møguleiki fyri meg, sum eg ynskti at taka av. Eg eri takksamur fyri, at felagið vildi ganga hesum ynskinum á møti, sigur Boubacar Dabo við heimasíðuna hjá EB/Streymi

- Hetta var ein sera góður møguleiki fyri meg, sum eg ynskti at taka av. Eg eri takksamur fyri, at felagið vildi ganga hesum ynskinum á møti, sigur Boubacar Dabo við heimasíðuna hjá EB/Streymi

2025-08-02 08:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

[object Object]
Víkingur spældi tveir tættar dystir móti Lincoln Red Imps í 1. umfari í Champions League. Nýggja liðið hjá Boubacar Dabo var ó omaná (Mynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur hevur nú mist ein ógvuliga týðandi spælara, men samstundis fingið eina "fíggjarliga innspræning", ið helst munar væl.

Í gjárkvøldið kom fráboðan um, at EB/Streymur og Lincoln Red Imps FC eru komin ásamt um, at meistararnir av Gibraltar keypa Boubacar Sidik Dabo.

- Vit í EB/Streymi eru sera hørm um at missa Dabo, sum hevur verið eyðsýndur í álopspartinum hjá okkum í ár. Tó vildi felagið virða ynski hjá Dabo um at sleppa at royna seg aðrastaðni, samstundis sum vit fingu eina semju við í lag við Lincoln. Í EB/Streymi leggja vit stóran dent á menningina hjá hvørjum einstøkum leikara, og vilja vit hjálpa teimum á veg í teirra yrkisleið.

Hetta sigur Niels Pauli Danielsen, sum er ítróttarstjóri í EB/Streymi, við heimasíðu felagsins.

Klaksvíkingurin er eisini venjari og spælari og kennir týdningin, sum Boubacar Dabo hevur havt.

27-ára gamli senegalbúgvin er toppskjútti hjá felagnum í ár við átta málum samanlagt, og hevur hann verið vandamiklasti spælarin hjá EB/Streymi í eina tíð. Hetta síðani kviki vongurin kom í gongd í fjør eftir eina heldur tunga byrjan í felagnum. 

[object Object]
Boubacar Dabo kom til Føroyar fyri at spæla við B68 í 2022. Eftir tvey ár har gekk leiðin víðari til EB/Streym. Næsti støgur hjá skjóta senegalbúgvanum verður Gibraltar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Boubacar Sidik Dabo spældi 39 dystir í EB/Streyma blusuni, har tað bleiv til 16 mál. Nú takkar hann fyri seg á heimasíðu felagsins

- Eg eri sera glaður fyri tíðina í EB/Streymi og havi følt meg væl móttiknan frá fyrsta degi av. Hetta var ein sera góður møguleiki fyri meg, sum eg ynskti at taka av. Eg eri takksamur fyri, at felagið vildi ganga hesum ynskinum á møti og gera sítt fyri, at hettar gekk upp. Eg vil við hesum takka øllum í og kring EB/Streym fyri tíðina og eg ynski felagnum alt tað besta framyvir.

Skal spæla evropeiskar dystir - evropeiski møguleikin hjá EB/Streymi er minkandi

Lincoln Red Imps vann í 1. umfari í Champions League báðar dystirnar móti Víkingi. Síðani taptu meistararnir av Gibraltar greitt móti Reyðu Stjørnu úr Serbia og skulu harvið spæla í 3. umfari í Conference League næstu vikurnar.


EB/Streymur er undan sínari seinnu hálvu á 6. plássið í Betrideildini - trý stig frá 4. plássið sum kann geva evropeiska luttøku. At Boubacar Dabo ikki verður við næstu ellivu umførini ger, at møguleikin at røkka 4. plássinum er minni nú.

Dysturin hjá EB/Streymi móti KÍ, sum skuldi vera sunnudagin, er útsettur til 24. september. Harvið byrjar liðið aftur móti HB 10. august.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv EB/Streymur hevur fingið fyri at selja sítt størsta álopskenda vápn. Tað vil felagið ikki upplýsa.

Tøl: Faroesoccer/EB/Streymur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder