
- Tað er við stórari gleði, at EB/Streymur í dag kann kunngera, at sáttmáli er gjørdur við unga og evnaríka Thomas Bjørn Miezan.
Soleiðis skrivar EB/Streymur á heimasíðu sínari fyrrapartin. 19-ára gamli havnarmaðurin hevur vant við á Eiði seinastu vikurnar og spælt í venjingardystum. Hann vísti seg eisini væl fram í sínum fyrsta almenna dysti fyri EB/Streym, tá hann leygardagin skoraði sigursdeild fyri 1. deildarliði móti NSÍ.
- Thomas Bjørn eitt av teimum stóru álops-talentunum í føroyskum fótbólti. Hann er ein ferð- og kraftmikil leikari við einari málnøs, sum vit vænta okkum nógv av.
Hetta sigur Sigfríður Clementsen, høvuðsvenjari, sum er spentur uppá hesu nýggju tilgongdina.
Í 2022, longu sum 16-ára gamal. fekk Thomas Bjørn debut í Betrideildini. Hetta var fyri barndómsfelagið HB í dysti í Klaksvík . Tveir mánaðir seinni skifti hann til akademiið hjá FCK, har hann var við til at vinna eina stóra altjóða kapping fyri U-17 aldursbólkin.
Thomas Bjørn vendi heimaftur til føroyskan fótbólt. Hann umboðaði B68 í fyrru hálvu av 2024. Í seinnu hálvu av 2024 spældi álopskendi spælarin við næstbesta liðnum hjá B36.
Thomas Bjørn Miezan í Betrideildardysti fyri B68
19-ára gamli Thomas Bjørn Miezan hevur, sambært FaroeSoccer, spælt 6 dystir í Betri-Deildini og 15 dystir í 1.deild, har hann eisini hevur skotið tvey mál. Thomas Bjørn hevur eisini umboðað U-15, U-17 og U-19 landsliðini hjá Føroyum, hann hevur tilsamans leikt 18 dystir og skorað tvey mál.
- Eg vóni, at vit í EB/Streymi koma at fáa fleiri minnisríkar løtur, og at eg kann hjálpa felagnum við at skjóta nøkur mál, sigur spælarin sjálvur.
Partarnir hava gjørt sáttmála fyri 2025 og 2026.
Ætlaði dysturin hjá EB/Streymi móit FC Suðuroy í 1. umfari varð útsettur vegna veður. Harvið byrjar kappingarárið við heimadysti móti TB sunnudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald