
Stórdysturin í 8. umfari í Betrideildini byrjar klokkan 19.30, tá HB tekur ímóti NSÍ í Gundadali. Har verður millum annað greitt, um HB skal vera partur av FM-stríðnum ella ikki.
Tveir dystir eru longu spældir í kvøld. Har gjørdist talan um týðandi sigrar til EB/Streym og B68, sum eru komin longur burtur frá botninum.
EB/Streymyr er nú bert trý stig frá 4. plássinum. Hetta tí at liðið hjá Sigfríði Clementsen vann á útivølli móti liðnum á 4. plássi í kvøld.
Vælskipað, hartarbeiðandi og Boubacar Dabo. Hetta munnu vera yvirskriftirnar hjá EB/Streymi. Dabo syrgdi sjálvur fyri fyrsta málinum, tá hann rann frá tveimum og trygt setti bóltin í netið. Stutt eftir steðgin spældi EB/Streymur væl kring B36-brotsteigin, Virgar Jónsson breyt ígjøgnum í vinstru fann Dabo, og so var 2-0.
B36 hevði ógvuliga ilt við at bróta ígjøgnum men eitt langskot í 85. minutti rakti høvið á Andrasi Olsen og snýtti annars vælspælandi Jóannesi Davidsen. EB/Streymur fekk tó alt við - ógvuliga stórur smeitur hjá B36.
Á Svangaskarði var málleyst í 70 minuttir, men so skoraði heimaliðið tvær ferðir uppá fýra minnuttir. Í báðum førum var talan um deyðbóltar, har tvíburðarfelagsins vóru við:
Fyrst legði Bárður Ólavsson Jensen hornaspark væl innfyri, beigin Alekssandur fekk høvdið á, og umvegis eitt 07 Vestur- høvd varð 1-0. Lítla løtu seinni gjørdi Sonni Ragnar Nattestad óneyðugt fríspark í høgru: Bárður innfyri, leystur bóltur sum tilvildarliga endaði hjá Aleksanduri, og innskifti liðformaðurin høgdi til.
07 Vestur minkaði fimm minuttir fyri leiklok og hevði eisini ein stóran møguleika at javna, men 2-1 og liðið hjá Dan Brimsvík hevur framvegis bert eitt stig eftir átta umfør. Nøkur stig eru upp til uppflytararnir, sum 07 hevur tapt í móri - nú er B68 omanfyri strikuna.
Betrideildin 8. umfar
Í dag, leygardagin 3. mai
B36 - EB/Streymur 1-2 (0-1)
B68 - 07 Vestur 2-1 (0-0)
19.30: HB - NSÍ
Sunnudagin 4. mai
14.30: FC Suðuroy - Víkingur
Hósdagin 1. mai
KÍ - TB 10-0 (5-0)
Støðan:
1. KÍ 24 stig
2. NSÍ 21 stig *
3. HB 15 stig *
4. B36 13 stig
5. EB/Streymur 10 stig
6. Víkingur 8 stig *
7. B68 7 stig
8. FC Suðuroy 6 stig *
---------------------
9. TB 5 stig
10. 07 Vestur 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald