Tað var tætt og dramatiskt, tá fleiri uppgerðir vóru í sambandi við botnstríðið og evropeiska stríðið vóru í dag.
07 Vestur tapti tepurt fyri KÍ, sum gjørdi FM-stríðið uppaftur tættari.
Øll hini liðini rundanum fingu minst eitt stig:
22. umfar
Sunnudagur 13.09
EB/Streymur – B36 2-1 (0-1)
12' Jógvan Kárason Gullfoss 0-1
69' Gestur Bogason Dam 1-1
80' Andras Olsen 2-1
Meira um dystin her
NSÍ – Víkingur 1-1 (1-1)
10' Jákup Johansen 0-1
45' +1' Daniel Obbekjær 1-1
Meira um dystin her
07 Vestur – KÍ 0-1 (0-0)
38' Oussama Ali 0-1
AB – B68 1-1 (0-0)
47' Ragnar Skála 1-0
90 (+4)' Nicolai Møller Dohn 1-1
Reytt kort: Páll Eirik Djurhuus, AB (55')
Meira um dystin her
18.30: Skála – HB 2-2 (1-2)
6' Maxwell Effiom 1-0
15' Ári Mohr Jónsson 1-1
24' Heini Fossdalsá Sørensen 1-2
68' Jákup Pauli Frederiksberg 2-2
Reyð kort: Stefan Radosavljevic (92') og Per Magnus Steiring (96'), HB
![]()
EB/Streymur hevði tann besta dagin, tí trý stig komu á konto. B36 legði seg annars á odda tíðliga í dystinum í Streymnesi, men liðið hjá Sigfríði Clementsen vísti styrki: Royndu Gestur Bogason Dam og Andras Olsen skoraðu - nú hevur EB/Streymur fimm stig niður til 07 Vestur og strikuna. Um tað eydnast at vinna á B68 næsta vikuskifti er so at siga sloppið hjá EB/Streymi.
Sí eisini: Sigfríður stórfegnast um flottan seinna hálvleik hjá EB/Streymi
AB er eitt stig frammanfyri EB/Streym og kundi verið so gott sum tryggjað (átta stig og nógv betri málúrtøkku frá). Men eitt margháttiligt reytt kort og B68-mál í 94. minutti á Argjum kostaði Øssuri Hansen og hansara monnum, sum aftur mistu stig seint. Tað var Páll Eirik Djurhhus, sum sparkaði eina keylu í frustratión eftir útskifting - fyri hetta fekk hann seinna gula kortið.
Fyri B68 var málið hjá Nicolai Møller Dohn ein lívlinja: Tap hevði sinnisliga og ítøkiliga gjørt alt næstan ov tungt, men hóast møguleikarnir eru við at fara, hava toftamenn framvegis møguleikan at halda sær uppi.
Frástøðan til 8. plássi er hin sama sum áðrenn umfarið. Hetta tí at Skála spældi javnleik móti HB - eins og EB/Streymur gjørdu teir appelsinlittu fortreð fyri evropeisku vánirnar. Skála legði seg á odda, áðrenn HB slóg til tvær ferðir. FM-vónin var á lívi tá, tí NSÍ ikki fekk fult í dag.
Men um miðjan 2. hálvleik javnaði Jákup Pauli Frederiksberg. Og ístaðin fyri at veruliga trýsta í yvirtíðini, lótu HB'arnir seg erta av yvir-ágangandi Skála-spælarunum. Tvey reyð kort - Stefan Radosavljevic beinleiðis fyri alboga (hevnisøku) og Per Magnus Steiring tvey gul uppá tveir minuttir. Ikki snilt og sinnini í kók hjá HB'arum á Skála, har man sum vera man var betri nøgdur við stigið
23. umfar er á skránni fríggjadagin og leygardagin - síðani verður landsliðssteðgur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald