Hondbóltur

EHF: Óli Mittún er eitt av størstu talentunum í EM-endaspælinum

Evropeiska hondbóltssamgongan hevur 20-ára gamla hoyvíkingin á einum topp-fimm lista yvir ungar spælarar, sum man serliga burdi hildið eyga við í endaspælinum - favorittarnir at gerast besti ungi spælari í kappingini.

Óli Mittún varð toppskjútti í øllum fýra ungdómsendaspælunum, sum hann spældi við egnum árgangum (2004 og 2005) og varð kosin mest virðismikli spælarin (MVP) tvær ferðir. Í fjør vunnu Óli og hinir føroyingarnir søguligt bronsuheiðursmerki við einastandandi avrikum í Póllandi - og sigri á Svøríki i bronsudystinum - Mynd: Sverri Egholm)

Óli Mittún varð toppskjútti í øllum fýra ungdómsendaspælunum, sum hann spældi við egnum árgangum (2004 og 2005) og varð kosin mest virðismikli spælarin (MVP) tvær ferðir. Í fjør vunnu Óli og hinir føroyingarnir søguligt bronsuheiðursmerki við einastandandi avrikum í Póllandi - og sigri á Svøríki i bronsudystinum - Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-07 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað var ógjørligt at hyggja burtur frá Óla Mittún frá tí løtu, hann byrjaði at spæla í einum ungdómsendasspæli. Føroyingurin var toppskjútti í øllum slíkum kappingum, sum hann spæld við sínum árgangi: U18 EM, U19 HM, U20 EM og U21 HM. Hann varð kosin mest virðismikli spælarin (MVP) til bæði U21 HM og U18 HM og besti spælskipari í U20 HM-endaspælinum.

- Men mest týðandi avrikið í hesum ungdómsendaspølunum var, at Føroyar vunnu sítt fyrsta heiðursmerki á hesum stigum, tá landið vann bronsu í U21 HM-endaspælinum síðsta summar - við Mittún sum lyklaspælara.

Jú, flottu avrikini hjá Óla Mittún fyri føroysku ungdómslandsliðini hava verið mong seinastu árini. Hvirluvindurin úr Hoyvík hevur fingið nógv hondbóltseygu at spíla seg upp, og sum evropeiska hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari í dag: Hann hevur ikki bert skotið seg til øll toppskjúttaheitini og til størstu persónligu sigrarnar í egnu árgangum (2004 og 2005 - Óli er føddur í 2025), men nummar 78 hevur eisini leitt Føroyar til eitt søguligt HM-bronsuheiðursmerki.

[object Object]
Óli Mittún og Djóni Gaard Joensen við bronsuheiðursmerki um hálsin í Katowice í juni. Síðstnevndi hevur verið venjari hjá landsliðsárganginum hjá Óla allan vegin - saman við Hjalta Mohr Jaocbsen, hjálparvenjara á A-landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

EHF vísir eisini á, at Óli Mittún longu skal spæla sítt annað EM-endaspæl á A-landsliðsstigi sum ein av lyklaspælarunum í bakketuni hjá sínum liðum. Til dagliga ger føroyingurin um seg í donsku deildini og í Champions League við GOG, eftir at hann tók fetið frá væleydnaðu tíðini í IK Sävehof (fleiri gull og persónligir heiðrar sum tannáringar).

Nú er spennandi spælarin við at fyrireika seg til Oslo, har hann millum annað skal royna at verða við at vinna Føroyum fyrsta endaspælssigurin á vaksnamannastigi hjá monnum.

[object Object]
Sum 18-ára gamal hevði Óli Mittún longu stóran leiklut til EM 2024 - nú er týdningur hansara fyri føroyska liðið bara vorðin størri, og rúkandi menningin heldur fram (Mynd: Sverri Egholm) 

Føroyingar vænta nógv av Óla Mittún, og tað ger man eisini ymsastaðni í Evropa. Í vikuni hevur evropeiska hondbóltssamgonga sett hann á ein topp-fimm lista yvir ungar spælarar, sum man serliga burdi hildið eyga við í endaspælinum.

- Til reiðar at skína til EM 2026. Fylg hesum fimm ungu talentunum, meðan teir gera vart við seg á stóra pallinum. 

Til ber at greinina á eurohandball.com - eitt sindur meira um "favorittarnir at vinna besti ungi spælari í EM" sum EHF skrivar

Hinir spælararnir á listanum eru Francisco "Kiko" Costa (Portugal - 20 ár), Nikola Roganovic (Svøríki - 19 ár), Marko Grgic (Týskland - 22 ár) og Ian Barrufet (Spania - 21 ár)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder