Aftur í gjár prógvaði eitt føroyskt landslið, at tað ber til at spæla spennandi dystir móti landi, ið hevur greitt betri fyritreytir, og sum vit á pappírinum ikki eiga at hava møguleika at fáa stig ímóti.
Summar veddingarfyitøkur høvdu tað heldur ikki sum møguleika at seta pening á Frakland - so stórur favrorittar vóru "The Blues" í Gundadali - Átta av leikarunum, ið vóru í fronsku byrjanaruppstillingini í U21-dystinum í Gundadali, spæla fast ella javnan í bestu fronsku deildini. Virði á franska liðnum er fleiri hundrað milliónir so stórt sum tað á tí føroyska.
1 | Illan Meslier (M) | Leeds United |
3 | Adrien Truffert 82' | Stade Rennais FC 1901 |
4 | Loïc Bade | Stade Rennais FC 1901 |
5 | Benoît Badiashile (L) | AS Monaco |
7 | Nathanael Mbuku 66' | Stade de Reims |
8 | Maxence Caqueret | Olympique Lyonnais |
9 | Arnaud Kalimuendo 66' | Racing Club de Lens |
10 | Eduardo Camavinga | Real Madrid CF |
11 | Amine Gouiri | OGC Nice |
12 | Sofiane Diop 81' | AS Monaco |
20 | Pierre Kalulu | AC Milan |
Teir fyrstu ellivu hjá Føroyum - Mynd: FaroeSoccer
Nevnast kann millum annað, at miðverjarnir, Badiashile og Bade, eru byrjaðir inni í hvørjum dysti hjá liðum sínum í Ligue 1 í hesum kappingarárinum, og tað er Caqueret eisini, fyri liðið sum endaði nummar fýra í fjør, og nú skal spæla bólkaspæl í Europa League. Kalimuendo gjørdist meistari við Lens í fjør og skoraði sjey mál í deildini, ið eftir UEFA-styrkilistanum er tann sættbesta í heimspartinum. Høgri bakkurin, Kalulu, er knýttur at AC Milan. Málverjin, ið gjørdi ein stóran feil í samband við málið hjá Steffani Løkin, hevur vart málið hjá Leeds United allar minuttirnar í Premier League í ár.
Sí eisini:
Myndir: Føroyar - Frakland U21
Her sært tú málið hjá U21
18-ára gamli Eduardo Camavinga var á ynskilistanum hjá nógvum stórfeløgum í summar. Miðvallarin, ið skoraði í 3-0 sigrinum á Hvítarusslandi hóskvøldið, varð seldur úr Rennes til Real Madrid fyri 30 milliónir evrur, stutt áðrenn flytingarvindeygað lat aftur. Í gjár spældi hann 90 minuttir á Ovara Vølli í Gundadali. Tað gjørdi áleyparin Amine Gouiri eisini, og hann legði Frakland á odda longu eftir sjey minuttir. Gouiri hevur skorað trý mál fyri Nice í fýra dystum í ársins League 1, og hann gjørdi eisini trý mál, tá Frakland vann 7-0 á Føroyum í U17 EM-endaspælinum í 2017.
Føroyskir stríðsmenn - Bagge fingið stig í yvir helminginum av dystunum
Menninir ið mannaðu miðverjuna í seinastu dystunum í fjør, Andrias Edmundsson og Samuel Johansen Chukwudi, vóru ikki tøkir vegna skaðatrupulleikar. Tað sama er galdandi fyri Magnus Holm Jacobsen, ið vanligt er bindilið á miðvøllin, vongin Lukas Giessing, ið hevur spælt fleiri góðar U21-landsdystir, og tvífalda málskjúttan frá Armenia-dystinum í juni og fasta áleyparanum undir Sámal Erik Hentze, Jonn Johannesen. Hanus Sørensen var eftir í Armenia, tí hann er smittaður við koronu.
Tað er ógvuliga sannlíkt, at allir hesir høvdu byrjað inni móti Fraklandi, um teir vóru við. Í byrjanaruppstillingini hjá Føroyum spælir helmingurin av útileikarunum ikki fast á sínum liði í Betrideildini í løtuni:
Føroyar: Bárður á Reynatrøð(Víkingur), Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ), Áki Johannesen (B68), Børge Petersen (KÍ), Pætur Turiðarson Skipanes (NSÍ) - Símun Sólheim (EB/Streymur), Noah Mneney (Víkingur), Stefan Radosaljevic (HB), Áki Debes Samuelsen (HB) - Andrass Johansen (B36), Steffan Ábrahamsson Løkin (B68)
Liðformaðurin Stefan Radasavljevic hevur verið triði innskiftari hjá HB seinastu tríggjar dystirnar og byrjaði eisini á bonkinum í øllum teimum fýra evropeisku dystunum í juli-august. Liðfelagin Áki Samuelsen er bert 17 ár, men fær tó javnan spælitíð á besta liðnum. Miðverjin Børge Petersen kom inn í yvirtíðini í síðsta dystinum hjá oddaliðnum í Betrideildini, men klaksvíkingurin spælir sínar flestu minuttir í 1. deild. Makkarin í miðverjuni í gjár, 18-ára gamli Áki Johannesen, varð ikki upprunaliga úttikin, er fyri kortum fluttur aftur í miðverjuna hjá B68 og byrjaði í gjár inni á fyrsta sinni á U21-landsliðnum.
Bakkarnir úr NSÍ, Sjúrður Pauli Nielsen og Pætur Turiðarson Skipanes, hava, av ymiskum orsøkum, ikki spælt í Betrideildini í ávíkavist umleið fýra og tríggjar mánaðir. Teir vóru ógvuliga stinnir í gjár. Tveir leikarar komu inn, beint eftir at ein tími var leiktur. Talan var um 17-ára gamla Heina Fossdalsá Sørensen úr FC Midtjylland, og Gullbrand Øregaard, ið júst hevur fingið sín fyrsta dyst fyri Sandnes Ulf í næstbestu norsku deildini - báðir spæla annars fast á ungdómsstøði - til samanlíkning skifti Frakland leikarar úr bestu deildini í Fraklandi inn; millum annað yngra sonin hjá Lillian Thuram.
Myndir: FSF
Tað er undurnarvert, hugvekjandi og fantastiskt, at teir føroysku leikararnir, harav eingin sum so er yrkisleikari, saman megnaðu at fáa eitt slíkt úrslit í hús móti einum av sterkastu U21-landsliðum, sum eru. Hetta hevur vakt ans uttanlanda, og hetta er enn eitt næstan ótrúligt úrslit í føroysku U21-søguni.
Núvverandi høvuðsvenjarin, Sámal Erik Hentze, hevur nú fýra sigrar, fýra tap og ein javnleik í níggju dystum, og hetta eru óvanliga flott hagtøl. Tvey av tapunum vóru móti Spania á heysti í fjør. Føroyar eru á 2. plássi í bólkinum við fýra stigum. Næsta uppgáva er Norðurmakedónia á heimavølli um júst ein mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald