
Hann var ein av teimum nýggju spælarunum, sum kom til KÍ í vetur. Væntað varð at Adam Ben Lamin skuldi fáa ein stóran leiklut undir liðuni á Odmari Færø, men 23-ára gamli sviin, við tunesiskum ættarbondum, sló ongantíð av álvara til.
Ben Lamin byrjaði inni í fyrsta Betrideildardystinum hjá KÍ móti 07 Vestur og var innskiftari í Gundadali móti B36 í 2. umfari. Síðani hevur hann tó bert spælt í 1. deild, og sambært FaroeSoccer gjørdist talan um fleiri minuttir í næstbestu føroysku deildini enn í tí bestu.
Verjuspælarin við dystum fyri svensku og tunesisku ungdómslandslið, umframt ein A-landsdyst fyri Tunesia, er nú farin av landinum aftur. Tað eru ymiskar orsøkir til tess.
- Tað er í sátt og semju at leikari og felag hava avgjørt at enda samstarvið. Adam B. Lamin kom til KÍ stutt fyri kappingarbyrjan, men spælitíðin hevur ikki verið so nógv. Seinastu dystirnar hevur hann spælt við 1. deild og annars verið á bonkinum í bestu deildini. Adam skal eisini gerast pápi fyrsta dagin, og KÍ ynskir Adam við familju bestu eydnu framyvir.
Soleiðis skrivaði KÍ á heimasíðu sínari í gjárkvøldið, eftir at nú fyrrverandi spælarin hevði sagt farvæl við liðfelagarnar. Adam Lamin fór til Svøríkis í dag.
Sum skilst var samstarvið millum spælara og venjaratoymi ikki alt tað besta, og KÍ bjóðaði spælaranum at slíta samstarvi.
KÍ hevur nú níggu útlendingar í hópinum. Liðið kappast við NSÍ heilt frammi í oddinu - fult stigatal eftir seks umfør - og er í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald