Fótbóltur

Ein heiður so sjálvsagdur at tú ógvast ikki um valið

Takk fyri títt mikla verk kommununi at frama, skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

2022-02-06 20:02 Author image
-
placeholder

Onkuntíð er ein latin heiður so sjálvsagdur, at tú ógvast ikki um valið. Soleiðis var tað í fjør, táið ein av slóðarunum í fimleikinum, Jóhanna Troest, fekk heiðursskjal Poul E. Petersen´s handað, og á sama hátt kendist tað í kvøld, nú býarmyndin Jákup Mortensen fekk hetta skjal handað - fyri sítt mikla verk fótbóltinum í Runavík til frama.

[object Object]Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í ÍSF, handaði Jákupi Mortensen heiðurskjal Poul E. Petersen (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Vit, sum eru komin nakað til aldur, minnast, táið hesin bræsni vágbingurin var settur at taka sær av sparikassadeildini í Runavík. Hann gjørdist skjótt ein býarmynd, ikki minst fyri pípuna, sum hann sjáldan slepti, tá aðrir royktu ball og onkur eldri festi sær í eina cigar, tá tørvur var á hesum. Tað frættist eisini, at hann hevði gjørt um seg í tí musiska universinum, har hann m.a. hevði gjørt lagið til “Heimkomuna”, sum gekk aftur í kvøðuljómunum í áravís. Hann gjørdist eisini ein partur av tónleikalívinum um hesar leiðir.

Tað var kortini í ítróttarlívinum at hann gjørdist pionerur. Upprunaliga var staðurin eitt hondbólts- og kappróðrarøki. Fótbólturin var lutfalsliga seinur á veg um okkara leiðir, men í Vági stovnaðu teir VB longu í 1905. Tí sá Jákup alt fyri eitt, at okkurt kundi gerast á tí mótinum, og tá fyrireikingar vóru gjørdar til at fara undir at gera eitt stadion á Mýrunum, dygst niðanfyri hús hansara, lá hann ikki sjóvarfallið av sær og fór til verka við at venja ungar dreingir at spæla fótbólt. Síðan tá hevur hann á ymiskan hátt verið partur av fótbóltslívinum í býnum sum venjari, formaður, fjeppari, pápi og abbi.

Umframt at hann frá byrjan legði hús til venjingarnar, kundi tað verið áhugavert at lagt saman, hvussu ófatiliga nógvar ókeypis tímar Jákup hevur lagt í áhaldandi verkið NSÍ til frama í eina hálva øld.

Vegna borgararnar í Runavíkar kommunu fari eg við hesum fáu orðum at ynskja tær, Jákupi Mortensen, hjartaliga til lukku við heiðursskjali Poul E. Petersen´s, sum tú so søttliga hevði uppiborið.

Takk fyri títt mikla verk kommununi at frama.

Vinarliga
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder