Tað er í dag ein vika síðani EM-endaspælið í Týsklandi byrjaði. Fyri fótbóltsfjepparar gongur tað næstan ov skjótt - men so heldur ikki nóg skjótt.
Tað heilt stóra í EM-endaspælinum eru endadystirnir ("knock-out dystirnir"), har tey heilt stóru veruliga vísa, hvør dugur er í teimum - ella falla. Hesir eru tó yvir eina viku burtur enn; í kvøld er ein av heilt stóru dystunum í bólkaspælinum á skránni.
Frakland og Niðurlond eru tvær fótbóltstjóðir, sum javnan hava bergtikið fótbóltsheimin. Tey hava vunnið EM ávíkavist tvær ferðir og eina ferð, og nú snýr tað seg um at koma langt í Týsklandi.
Hjá Dider Deschamps og so at siga øllum øðrum fraklendingum snýr tað seg eisini um heilsustøðuna hjá einum manni. Liðformaðurin og stóra stjørnan hevur eina brotna nøs. Kylian Mbappé var óheppin seint í dystinum móti Eysturríki, og síðani hevur høvuðspurningurin verið: Nær verður hann tøkur
Mbappé breyt nøsina í Düsseldorf mánakvøldið (Myndir: EPA)
Í gjár var komandi Real Madrid-áleyparin á venjingarvøllinum við nýggju verju sínari (Mynd: EPA)
Deschamps segði í gjár, at Kylian Mbappé møguliga kann spæla - og byrja inni - í kvøld. 25-ára gamli hvirluvindurin vandi við í gjár við einari serstarki masku: Í fronsku flagglitunum, við galliska gylta hananum mitt í, sínum forstavum til høgru og 10-tali og stjørnum til vinstru.
Stóru fronsku miðlarnir Le Figaro og L'Equipe hava hinvegin skriva, at stór óvissa er, og at Kylian Mbappé helst noyðist at sita uttanfyri restina av bólkaspælinum. L'Equipe skrivar eisini í dag, at Mbappé ikki spælir í dag.
Í Niðurlondum hevur tað verið á breddanum, um ikki fraklendingar við vilja skapa órógv, og at Kylian Mbappé fer at spæla í kvøld. Hetta hevur stóra blaðið De Telegraaf verið inni á. Áðrenn dystin móti Póllandi løgdu niðurlendingar eisini póllendingar undir at royna at lumpa seg, í mun til Robert Lewandowski.
Størsta pólska stjørnan spældi ikki í 1. umfari. Hansara skaðastøðu hevur eisini verið eitt stórt evni áðrenn dystin móti Eysturríki klokkan 18. Tá er talan er um eitt slag av lagnudysti fyri bæði liðini. Um Robert Lewandowski og/ella Kylian Mbappé spæla í kvøld, fáa vit at síggja. EM-dagurin bryjar nú klokkan 14, tá Ukraina skal reisa seg eftir 3-0 tapið fyri Rumenia, meðan Slovakia skal royna at byggja á eftir sítt flotta úrslit móti Belgia.
EM 2024 - annað umfar í bólkaspælinum
Fríggjadagin 21. juni
14.00: Slovakia - Ukraina
Bólkur E:
Rumenia 3 stig
Slovakia 3 stig
Belgia 0 stig
Ukraina 0 stig
Fríggjadagin 21. juni
17.00: Pólland - Eysturríki
20.00: Niðurlond - Frakland
Bólkur D:
1. Niðurlond 3 stig
2. Frakland 3 stg
3. Pólland 0 stig
4. Eysturríki 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald