Fótbóltur

Eingi gummibein hjá teimum gulkløddu við Løkin - gullveitsla alla vikuna

HB var annars á odda og omaná eina løtu, men NSÍ gjørdi, sum NSÍ hevur gjørt so ofta í ár: Skorað avgerðandi mál seint í dystinum - tað var toppskjúttin, og liðformaðurin sum sló til, og so byrjaði FM-fagnaður.

Gulldámur við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

Gulldámur við Løkin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-26 10:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ skuldi bara brúka ein javnleik við Løkin í gjár men legði út sum eitt óløgi: Eftir seks minuttir hevði Meinhard Egilsson Olsen havt ein stóran møguleika, bólturin hevði rakt HB-yvirleggjaran, og NSÍ hevði havt trý hornaspørk og tvær skotstøður afturat.

Oddaliðið tyktiskt tendrað av gula gull-huglagnum kring vøllin: Lagt varð upp til, at hetta fór at vera dagurin, har tað eftir 19 ár fór at gleppa hjá besta mansliðnum hjá NSÍ.

[object Object]

[object Object]
Meira enn fullsett við Løkin (Myndir: Sverri Egholm)

Trýstið legði seg, og HB kom betri inn í dystin. Tað var nakað av aftur og fram og ein fínur fótbóltsdystur, har bæði liðini søkti at.

HB var betri í byrjanini av 2. hálvleiki, og eina løtu sá trýstið av løtuni út til at tyngja heimaliðið. Tá ein tími varð leiktur, kom HB ígjøgnum í vinstru, Heini Fossdalsá Sørensen inn fyri málið, og har var Moses Ebiye til reiðar.

HB koyrdi á, og tað var einaferð ógvuliga nær við 0-2: Eftir frálíkt spæl, aftur í vinstru, endaði bólturin á NSÍ-stongini.

Tað gjørdist meira kvirt við Løkin. Tankin um at noyðast yvirum til Svangaskarð at skula avgerða tað, mundir vera hjá mongum. Men NSÍ hevur ein vana at skora seint í dystinum, og eins og í 1-0 sigrinum móti 07 Vestur í 25. umfari, var tað ein Kundsen eftir 83 mintutir tætt undir málinum við Bylgjuna.

Sigurdur Ragnar Eyðjólfsson og Pól Thorsteinsson høvdu sett Aron Knudsen, Sammy Skytte, Klæmint Andrasson Olsen og Tobias Hestad. Síðstnevndi kom ígjøgnum í vinstru, norðmaðurin smekkaði til úr spískum, Bjarti Mørk bjargaði, men bólturin stakk beint út til nummar 16. Og tann takkaði fyri.

[object Object]Petur Knudsen fekk sett fótin á og skorað 13. málið í kappingarárinum...

[object Object]Og so var ovurhonds stórur fagnaður við Løkin (Myndir: Sverri Egholm)

Fleiri myndir: Gula gullveitslan við Løkin

Onkursvegna var tað hóskandi, at NSÍ tryggjaði FM á hendan hátt: Lokali liðformaðurin, toppskjúttin - ein Knudsen - og seint í dystinum. NSÍ hevur vunnið 11 dystir við einum máli í ár og millum annað eisini tryggjað javnleik ógvuliga seint í oddadysti í Klaksvík. Tað eyðkennir meistaralið.

NSÍ kann nú fegnast um FM-heiti nummar tvey á manssíðuni. Tað kann mann alla hesa vikuna og serliga leygardagin: Til seinasta dystin og steypahandan á Svangaskarði og síðani árs- og gullveitsla í Bylgjuni.

Ljóð-gullklumpur: Hoyr fleiiri samrøður við fegnar NSÍ-arar, mál, dystirarendan og samanumtøkuna hjá Eli og Trygva

26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum
NSÍ - HB 1-1 (0-0)
60' Moses Ebiye 0-1
84' Petur Knudsen 1-1

Meira um dystin

Les eisini: NSÍ er føroyameistari - B68 fer niður í 1. deild

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder