Fótbóltur

Eingin fótbóltur í vikuskiftinum

Vánaliga veðurforsøgnin ger, at FSF hevur flutt 2. umfar í Betrideildini hjá monnum til 12. apríl, og dystirnar í tí, sum skuldi vera fyrsta umfar hjá kvinnum, til í mai. Allar kappingar verða ávirkaðar av veðrinum.

Stór sannlíkindi eru fyri, at frost leggur seg á vallirnar kring landið. Soleiðis sær út á Argjum (Mynd: AB)

Stór sannlíkindi eru fyri, at frost leggur seg á vallirnar kring landið. Soleiðis sær út á Argjum (Mynd: AB)

2023-03-09 12:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kavi liggur kring landið, men flestu liðini fáa tó vant á rímiligum støði, tí kavaruddingin er góð. Veðurforsøgnin til vikuskifti sær tó ikki ov gott út - nú fer tað at gerast kaldari, og hóast til ber at salta, so er tað avmarkað, hvussu leikvallirnir í Føroyum eru bryjnaðir til niður ímóti tíggju kuldastigum í løtum.

Eingin stórvegis broyting er í forsøgnunum nú, í mun til fyrr í vikuni, og tí hevur Fótbóltssamband Føroya fyri løtu síðani boða feløgunum frá, at eingin fótbóltur verður í vikuskiftinum.

Tað hevur Portalurin nú fingið upplýst, og hesar broytingar eru eisini gjørdar á Comet-skipanini og kunnu harvið síggjast undir Kappingar og Úrslit á fsf.fo.

Hetta ávirkar 2. umfar í Betrideildini hjá monnum - dystirnir har verða fluttir til 12. apríl - 1. umfar í Betrideildini hjá kvinnum - teir dystirnir eru fluttir í mai - umframt 1. deild og 2. deild hjá monnum og U21. Tó hava B68 og FC Hoyvík í 1. deild ístaðin framskundað sín dyst til í kvøld klokkan 20 á Svangaskarði.

Kvinnurnar, 2. deild hjá monnum og U21 skuldu fara í gongd hetta vikuskifti, men skulu nú bíða umleið eina viku afturat. Fyrstu dystirnir hjá Betri-kvinnum liggja nú leygardagin 18. mars.

Aðrar broytingar eru til næsta vikuskifti, ið sum skilst snúgva seg meira um landsliðsvirksemið. Tað sum eitur 3. umfar í næstbestu mansdeildini er framskundað ein dag, til fríggjakvøldið 17. mars, og EB/Streymur - B68 og stórdysturin HB -  Víkingur  í Betrideildini hjá monnum liggja nú leygardagin 18.03. Hesir eru framskundaðir ein dag. Hendan leygardagin spæla B68 og KÍ sum ætlað, og so er tað TB - ÍF og AB - 07 Vestur, ið eru á skránni sunnudagin 19. mars. 

3. umfar í Betrideildini hjá monnum, ið nú blívur umfar nummar 2, verður spælt soleiðis: 
Leygardagin 18.03

??      HB - Víkingur
??      EB/Streymur - B36
16.00 B68 - KÍ

Sunnudagin 19.03

15.00
TB - ÍF
AB - 07 Vestur

Tað, sum skuldi verða 2. umfar, sær soleiðis út
Mikudagin 12.04

ÍF - EB/Streymur
AB - KÍ
B36 - 07 Vestur
TB - HB
B68 - Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder