Fótbóltur

Eingin ivi í Luksemborg

Føroyar vunnu sær tvey týðandi stig á sannførandi hátt. Stórsigur upp á 18 mál setur Føroyar í góða støðu í bólkinum - liðini spæla aftur sunnudagin.

Pernille Brandenborg skoraði 7 av 7, og Annika Fríðheim Petersen bjargaði nógvum í málinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg skoraði 7 av 7, og Annika Fríðheim Petersen bjargaði nógvum í málinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-28 19:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan dystinum stóðu Føroyar sum stórfavorittar hjá veddingarfyritøkum. Ivasamt er, hvussu eftirfarandi hetta var, og hvussu veikt Luksemborg var. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at tær á føroyska liðnum høvdu nógv meira, og tá samanumkom gjørdist sigurin søguligur. Føroysku kvinnurnar løgdu seg á 3. plássið, sum kann geva EM-pláss.

Eftir at Føroyar fingu tamarhald á dystinum eftir nakar minuttir, var tað sum so ikki nakar ivi: Okkara vóru greitt omaná á øllum økjum. Tað vóru bara nøkur brend skot og mistir bóltar frá at gerast ógvusligur munur fyri steðgin (+10). 

Tað var 9-16 í steðginum, og tað var ikki nær við at koma spenningur í dystin aftur. Føroyska verjan var uppaftur sterkari í 2. hálvleiki - tað vóru bert nøkur innsspæl til strikuna, sum okkara veruliga høvdu trupulleikar við. Tað eydnaðist ofta at revsa Luksemborg í kontraálopinum, og munurin fór skjótt nakað uppum 10 mál.

Claus Mogensen og Simon Olsen skiftu nógv út, og nógvar vístu seg væl fram: Jana Mittún, ið fekk sínar steðgir, Pernille Brandenborg, ið skoraði uppá øll síni sjey skot, og Lív Svenbjørnsdóttir Poulsen á høgra vongi skaraðu framúr í álopspartinum. Ein av teimum blaðungu, ið kom inn, var Anna Maria Halsdóttir Weyhe. 18-ára gamla hoyvíkskvinnan skoraði uppá øll síni fýra skot av vinstra vongi, og munurin millum liðini gjørdist 18 mál.

Annika Fríðheim Petersen bjargaði helmingin av skotunum, ið komu ímóti sær, og Luksemborg skoraði færri mál móti Føroyum enn móti Svøríki í oktober. Føroyski sigurin í Luksemborg var eins stórur sum tann hjá stórliðnum í bólkinum, og ein feit strika varð sett undir, at føroysku kvinnurnar í minsta lagi vilja hava 3. plássið í bólkinum.

Hetta varð fyrsti sigur í einari høvuðsundankapping hjá Føroyum í nýggjari tíð, og eisini tann størsti. Liðini spæla aftur á Hálsi sunnudagin, tá Føroyar aftur skulu hava tvey stig og royna at undirhalda.

Undankapping til EM 2024, bólkur 7
3. umfar, mikudagin 28.02
Luksemborg - Føroyar 16-34 (9-16)

Fleiri hagtøl niðast.
Til ber at síggja meira frá blogginum her

[object Object]

Svøríki og Ísland spæla seinni í kvøld - fýra teir bestu trý'ararnir í undankappingini koma til EM-endaspælið.

Føroyar og Luksemborg spæla aftur sunnudagin - atgongumerki kunnu keypast her

-----------------------------------------------------------

Luksemborg - Føroyar 34-16 (9-16)

Dystargongdin:
5 min: 2-3
10 min: 2-5
15 min: 3-9
20 min: 4-10
25 min: 6-11
30 min: 9-16
35 min: 9-19
40 min: 10-22
45 min: 12-24
50 min: 13-26
55 min: 15-29

Málskjúttar:
Jana Mittún: 8
Pernille Brandenborg: 7
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen: 6
Súna Krossteig Hansen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Bjørk Franksdóttir Joensen 1
Rannvá Olsen 1

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen: 12 /24 (50 prosent) – tríggjar brotskastsbjargingar
Silja Arngrímsdóttir Müller 2/6 (33,3 prosent) – ein brotskastsbjarging

Útvísingar:
Føroyar 2
Luksemborg 2

í størri smálutum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder