
- Eftir at hava viðgjørt støðuna í mun til korona saman við myndugleikunum á økinum, hevur HSF gjørt av at avlýsa allar barnakappingar og ungdómsdystir hetta vikuskiftið. Dystirnir í fremstu deildunum verða tó leiktir.
Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari. Tað var nakað av kjaki um, um børn og tey ungu skuldu kappast vikuskifti undan jólum. Fleiri kappingar vórðu avlýstar orsakað av smittuvanda - aðrar vórðu. Fult umfar var í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, men leikt varð uttan áskoðarar.
Sunnudagin spæla StÍF og H71 í høllini á Skála, og í Vági tekur VB ímóti Stjørnuni. Hetta er seinasta umfar í SMS-deildini, áðrenn steypakappingin fer í gongd.
Hetta verða einastu hondbóltsdystirnir í Føroyum hetta vikuskifti. Eingir áskoðarar verða loydir inn til hesar dystirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald