![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Áhugin fyri landsdystinum í Almere ímóti Niðurlondum er sera stórur, og í løtuni hava eini 700 føroyingar tryggja sær atgongumerki til dystin.
Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya á heimasíðu sínari.
Tað er ógvuliga óvanligt, at so nógvir áskoðarar fara til útidyst hjá einum føroyskum liði í einari undankapping. Í hesum førum vera tó tvey leiguflogfør út Vágum til Amsterdam, og nógv vilja uppliva føroyska manslandsliðið í spennandi uppgerð.
Hondbóltssambandið hevur fingið nógvar fyrispurningar - eisini frá fólki sum ætla úr Danmark. Nú kunnar HSF tó um, at " tey tíverri ikki fara at fáa fleiri atgongumerki til dystin".
Har er tó ein lítil vón enn hjá føroyskum fjepparum, sum ikki hava fingið atgongumerki enn. Tað er at royna at gera eina skráseting.
- Tey (í niðurlendska hondbóltssambandinum, red.) heita tó á allar føroyingar, ið hava áhuga í at keypa atgongumerki til dystin, um at skráseta seg á teirra heimasíðu.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2024/01/14/gallery-thumbnail/1705192397frs6kqbomn.webp)
Fegnir føroyskir spælarar eftir javnleikin móti Noreg í Berlin. Mongu áskoðararnir í mars kunnu avgjørt hjálpa føroyska liðnum (Mynd: Sverri Egholm)
Innan 14 dagar koma tey úr Niðurlondum at seta seg í samband við tey, ið hava skrásett seg, um fleiri tøk atgongumerki eru at selja føroyingum.
Dysturin í Alemere, stutt frá Amsterdam, verður spældur sunnudagin 16. mars. Hetta eru fýra dagar fyri dystin millum liðini í Føroyum, mikudagin 12. mars. Hetta verður allarfyrsti dysturin við í høllini við Tjarnir.
Fríggjadagin 14. februar klokkan 10 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Niðurlond til sølu.
Niðurlond er oddalið í bólkinum við trimum stigum eftir tvey umfør. Ukraina og Føroyar hava tvey stig, men Ukraina er betri innanhýsis. Kosovo er bert eitt stig aftanfyri. Harvið eru Føroyar heldur kroystar, í mun til at royna at vinna sær EM-pláss: Báðir dystirnir móti Niðurlondum kunnu væntast, at verða ógvuliga torførir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald