Annað

Einki heiðursmerki til føroyingar í gjár

NM-kapping í olympiskari vektlyfting er í Runavík. Í gjár endaðu Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen á ávikavist fjórða og fimta plássi, og í dag skulu Jenny Persson, Julia Tórmansdóttir Jacobsen, Sofus Bech og Maibrit Reynheim Petersen á pallin.

(Mynd: Føroya Styrkisamband)

(Mynd: Føroya Styrkisamband)

2024-10-19 09:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

NM-kapping í olympiskari vektlyfting er í Bylgjuni í Runavík í hesum døgum.

Í gjár kappaðust Niels Áki Mørk og Pól Hendrikur Andreasen, men tað bleiv ikki til nakað heiðursmerki.

Niels Áki lyfti 92 kg í fyrstu royndini í trekk, og tá næsta royndin á 97 kg miseydnaðist, royndi hann 98 kg í triðju royndini. Tað lyftið sá gott út við føroyskum brillum, men tveir av trimum dómarum høvdu aðra fatan, og tí var lyftið kolldømt.

Í trekk fekk Pól Hendrikur øll trý lyftini góðkend, og tað seinasta av hesum var 96 kg. Í vend & stoyt gekk eisini væl, og hann lyfti 116 “uttan trupulleikar”. Hann royndi seg eisini við 121 kg í seinastu royndini, men tá eydnaðist tó ikki at fáa vektina heilt upp.

Endaliga úrslitið gjørdist at Niels Áki gjørdist nummar fýra, meðan Pól Hendrikur gjørdist nummar fimm, skrivar Føroya Styrkisamband.

Kappingin heldur fram í dag, og fýra føroyingar skulu á pallin - Jenny Persson, Julia Tórmansdóttir Jacobsen, Sofus Bech og Maibrit Reynheim Petersen.

Byrjað verður klokkan 10.30, og Kringvarpið stroymir kappingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder