KÍ-áskoðarnir vóru í sjeynda himmli eina løtu, eftir at nummar sjey hevði lagt útiliðið á odda. Tað var eftir flotta umstilling, at bólturin endaði hjá Árna Frederiksberg við aftaru stong, og vinstrabeinti vongurin setti høgra fótin væl á.
Hetta var í 17. minutti, og talan var um mál nummar trý hjá Árna í Champions League í ár. Fyrsta málið móti KÍ í kappingini í 2023 kom tíverri sejy minuttir seinni, tá Tobias Sana við frálíkum langsskoti, umvegis stongina, javnaði.
Hetta er at iðra seg um, men KÍ hevur arbeitt hart víðari, og er framvegis í rímiligari góðari støðu, í mun ti lat koma víðari. Hetta hóast heilt nógv skal til enn. Hóast Häcken hevur roynt at trýst, hevur liðið trupult við at lata KÍ-verjuna upp.
Stórur fagnaður við áskoðarnar hjá KÍ eftir leiðslumálið (Mynd: Sverri Egholm)
Men løtu seinni...langskot og 1-1 (Mynd: Sverri Egholm)
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Bravida Arena, mikudagin
BK Häcken - KÍ (1-1)
17' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 0-1
24' Tobias Sana 1-1
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonatan Johansson - Jóannes Kalsø Danielsen, Børge Petersen, Odmar Færø, Vegard Forren, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Claes Phillip Kronberg – Luc Kassi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald