Eli heldur fram í B36

Miðvallarin við 200 dystum í Betrideildini hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til kappingarlok 2022.

Eli kom til B36 í 2014 (Mynd: Sverri Egholm)

Eli kom til B36 í 2014 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-25 11:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

27 ára gamli og hartarbeiðandi stríðsmaðurin á miðvøllinum hjá B36 hevur longt sáttmálan við.

Hesum boðar B36 frá fyrrpartin.

Eli Falkvard Nielsen kom til felagið í 2014, men tað var í 2015, í enn einum FM-árið, at vágamaðurin veruliga fekk sít gjøgnumbrot á besta liðnum.

Eli spældi 6.august sín dyst nummar 200 í bestu deildini í Føroyum. Í 2011 og 2013 spældi hann fyri 07 Vestur í fremstu røð, og í 2012 spældi Eli nakrar dystir fyri HB.

Hann hevur leikt ein A-landsdyst fyri Føroyar.

Sáttmálin ímillum B36 og Eli Falkvard Nielsen er galdandi til og við kappingarlok 2022. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder