
THW Kiel tryggjaði sær í kvøld 1. plássi í sínum bólki í European League meginumfarið. Hetta fekk týska stórfelagið í lag við stórsigri móti MT Melsungen. Talan er um oddaliðið í Bundesliguni, men í Wunderino leikhøllini í kvøl var Kiel greitt omaná.
Hetta var millum annað einum væluppløgdum hoyvíkingi at takka. Grundarlagið til sigurin varð lagt í 1. hálvleiki. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði fyrsta málið í dystinum og samanlagt átta fyri steðgin. Tað var ein løtu, har nummar 71 so at siga gjørdi eftir vild, og skoraði Elias einaferð trý mál á rað.
Tað var við undirhond, gjøgnumbrotum, í fyrstu bylgju; á ymiskan hátt. Tað er týðiligt, at føroyski spælskiparin trívist væl í størra leiklutin í Kiel-álopinum, har Elias nú millum annað spælir saman við Emil Madsen. Aftur í dag var føroyingurin við til at fáa nógva ferð og góðsku í spælið.
Til tíðir fekk Melsungen als ikki støðgað Eliasi á Skipagøtu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Júst Elias á Skipagøtu økti til +5, tá beint yvir eitt korter var spælt. Melsungen fekk ongantíð veruliga skapt spenning í, og tað rakti liðið hart, at vinstri bakkurin Aaron Mensing noyddist út við álvarsomum skaða í 1. hálvleiki. Hetta var ikki vegna takkling; tá sá út til at hælsinan slitnaði, áðrenn Mensing varð borin út.
Støðan var 20-13 til Kiel í steðinum. Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði átta av hesum tjúgu málunum hjá Kiel. 22-ára gamli hoyvíkingurin legði eitt afturat í 2. hálvleiki, tá Melsungen fór longur fram at verja og skuggaði Elias nógv. Hetta níggjunda málið skapti kviki spælskiparin sjálvur og føroyingurin trekti eitt brotskast umframt eina útvísing, áðrenn hann varð spardur til seinna helming av 2. hálvleiki.
Sí hæddarpunkt her - málið hjá Eliasi í 2. hálvleiki sæst frá 1.20 (Mynd: Youtube)
Tá var alt avgjørt, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur týðandi landsdystir fyri framman. Í kvøld varð hann toppskjútti við níggju málum, og umframt hetta varð hovyíkingurin skrásettur fyri tvey upplegg. Elias hevði samanlagt ellivu skot, so skotprosentini vóru høg.
Kiel vann dystin 35-24 og fer víðari til European League-fjórðingsfinalurnar. Har skal liðið hitta Limoges (frakland) ella Kriens-Luzern (Sveis). Flensburg-Handewitt og Jóhan á Plógv Hansen vunnu eisini sín bólk. GOG er eitt møguligur mótstøðulið har.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald