Hondbóltur

Elias byrjaði sum spælskipari í stórsigri

Fyrsti dystur á heimavølli í Kiel eydnaðist væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu. Millum annað skoraði hann til endaliga úrslitið 41-30.

(Mynd: THW Kiel)

(Mynd: THW Kiel)

2023-09-01 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

THW Kiel vann eisini sannførandi í 2. umfari í Bundesliguni. Eliasi Ellefsen á Skipagøtu byrjaði sum spælskipari hjá týsku meistarunum, ið løgdu út sum eitt óløgi og vóru á odda 11-3 eftir ellviu minuttir. Verja og álop hingu bara saman, og sigurin kom ongantíð í vanda, hóast Gummersbach einaferð í 2. hálvleiki minkaði niður í trý mál.

Elias var við til at fáa rútmu í spælið. Hann spældi ikki allatíðina, men sum heimasíðan hjá Kiel skrivaði, so endaði 21-ára gamli hoyvíkingurin heilt væl og skoraði seinasta málið í dystinum.

Hetta var til 41-30. Elias á Skipagøtu skoraði tvey mál í sínum fyrsta heimadysti í Wunderino Arena frammanfyri 10.000 áskoðarum og legði upp til fleiri onnur. Svenski stórskjúttin, Eric Johansson, gjørdist aftur toppskjútti við átta málum.

Fult stigatal higartil til Kiel, sum spælir longu aftur sunnudagin. Tað verður eisini á heimavølli - móti HSG Wetzlar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder