
Talan gjørdist um ein dramatiskan dyst hjá THW Kiel í 7. umfari í Bundesliguni. Rhein-Neckar Löwen var leingi á veg móti veg móti einum sigri í 2. hálvleiki, men seinastu løtuna gjørdust Andy Wolff, Kiel-verjan og Elias Ellefsen á Skipagøtu bart, og tað endaði við javnleiki.
Elias fór út á nakað inn í 2. hálvleik. Hetta var eftir nøkur brend skot og okkurt tekniskt mistak.
Annars var tað júst besti spælarin í Bundesliguni í september, sum setti tað mesta upp hjá Kiel fyrstu løtuna í dystinum, og skoraði Elias á Skipagøtu eisini nøkur flott mál.
23-ára gamli føroyski spælskiparin varð toppskjútti í 31-31 dystinum við tíggju málum. Fýra av hesum vóru tey fýra seinastu málini hjá Kiel.
Nummar 71 tók ábyrgd, tá hann tók ábyrgd, og fekk nøkur góð skot framvið David Späth. Hann og týski landsliðsmálverju-makkain hinumegin, Wolff, høvdu nógvar bjargingar í dag. Seinastu løtuna vóru tað "úlvurin hjá Kiel", saman við einari ágangandi verju og einum flúgvandi føroyingi, sum vendu hóttandi tapi til stig.
Munurin var trý mál, tá fimm minuttir restaðu, og tískil kunnu teir í Kiel-leguni taka stigið við. Tað merkir at liðið við Eliasi Ellefsen á Skipgagøtu sum størsta álopskenda vápninum, framvegis er oddalið í Bundesliguni.
Kiel hevur 13 stig fyri sjey dystir, og tað er eitt fleiri enn arvafíggindarnir úr Flensburg-Handewitt. Hesi liðini hittast í 8. umfari, leygardagin 11. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald