Hondbóltur

Elias er skaddur – tí ikki við á landsliðnum

Føroya besti hondbóltsleikari hevur fyribils givið avboð til landsliðið vegna skaða.

(Savnsmynd: Harald Bjørgvin)

(Savnsmynd: Harald Bjørgvin)

2022-09-20 11:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya besti hondbóltsspælari, Elias Ellefsen á Skipagøtu, var ikki við, tá Hondbóltssambandið og landsliðsvenjararnir hjá monnunum, í dag kunngjørdu hópin, sum skal spæla komandi dystirnar í EM-undankappingini.

Orsøkin er skaði, skilst.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur boða landsliðsvenjarunum frá, at hann ikki er tøkur fyribils. Sum skilst skal hann møguliga undir skurð fyri onkran skaða í knænum.

A-landsliðið hjá monnum úttikið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder